Kyksilvur og PCB

Hvaðan kemur tað, og hvussu er støðan á okkara leiðum?

Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri almennum fyrilestri á Fiskirannsóknarstovuni mikukvøldið 15. mars 2000 kl. 20.00.

Maria Dam, dr.scient., heldur fyrilestur, ið hon kallar: Kyksilvur og PCB ? Hvaðan kemur tað, og hvussu er støðan á okkara leiðum?

Maria Dam er norsk og búsitandi í Føroyum, fyrst frá 1977 til 1981 og kom aftur til Føroya í 1995. Hon hevur vart doktararitgerð í analytiskari evnafrøði við Universitetið í Trondheim, verið gestagranskari við Memorial University of New Foundland 1989-90 og við Aalborg Universitets Center 1990-95. Síðan 1995 hevur hon verið í starvi á Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Hon kannar umhvørviseitur í tí føroyska umhvørvinum; nógv av hesum arbeiði er í samstarvi við onnur norðurlond ella størri altjóða bólkar. Arbeiðið fevnir um kortlegging serliga av dálkingini, ið kemur til okkara úr luftini, havinum og við tí, ið svimur og flýgur - serliga hesin seinasti bólkurin, grind og fuglur. Hesi seinastu árini eru umleið 500 grindahvalir kannaðir. Eisini hevur verið arbeitt við at fáa til vega álítandi kanningartøl um teista, æðu, havhest, skarv og lunda.

Fyrilesturin fer at viðgera umhvørviseitur, sum vit hoyra nógv um í sambandi við hval, serliga her á okkara leiðum. Hvaðan koma hesi evnini, hvat verða tey nýtt til, hvussu vandamikil eru tey, og hvussu síggjast tey aftur her hjá okkum? Í fyrilestrinum verður tó ikki bara viðgjørt umhvørviseitur í hvali, men eisini innihald og árin av hesum í øðrum føðsludýrum sum fiski og fugli, sum liva tætt at nútímans framleiðsluapparati.