Hondbóltur
Menn vóru tendraðir, tá seinna hálvfinalan millum Kyndil og VÍF stóð á skránni.
Frá fyrsta bríksli var greitt, at tað var stríðsviljin, sum skuldi bera verkið. Skipaða hondbóltsspælinum var tað so sum so við, og fyrstu tíggju minuttirnar gekk sera striltið at spæla seg veruliga opnar møguleikar.
Tað gjørdist tó Kyndil, sum slapp betur avstað, og sum fyrri hálvleikur leið, tóktist alt bara ganga ein veg. Ikki minst eftir at VÍF í fýra minuttir ikki megnaði at gera sær dælt av yvirtalsstøðu.
Stóri dramatikkurin byrjaði tó, tá fyrri hálvleikur var um at halla.
Tá fingu fyrst Høgni Klein og síðani Bárður Johannesen reyða kortið frá dómaraparinum. Í báðum førum var kjaftaslit ein av orsøkunum á vegnum í savnanini av trimum útvísingum, og hóast hetta undirstrikar tendringina, sum var til dystin, so geva útvísingar av hesum slag eisini orsøk til sjálvrannsakan.
Tordu ikki
Og so var tað, at VÍF veruliga setti seg á dystin. Leiðslan, sum Kyndil hevði í steðginum, varð skjótt uppetin, og eftir 13 minuttum stóð 16-19 á talvuni. VÍF var nú bara eitt mál frá at javna leiðsluna, sum Kyndil hevði frá fyrra dystinum, og tað var ikki nógv, sum bendi á, at Kyndil skuldi reisa seg.
Men tað gjørdu teir grønu nú kortini. Um tá var effektin av einum time-out, ella kanska heldur bíliga reyða kortið, sum Regin Joensen fekk, skal vera ósagt. Ella kanska var trupulleikin hjá VÍF, at teir nú byrjaðu at hugsa um at halda, heldur enn at vinna.
Í øllum førum tók Kyndi lsær nú um reiggj. Tummas Pauli Hanusarson prógvaði fleiri ferðir, at skotstyrkin neyvan er minni, enn hon er hjá beiggjanum. Hans Áki Dal-Christiansen var tryggur av veinginum, og á strikuni fekk eingin fatur í Janus Einari Sørensen. Samstundis megnaði Jógvan Isaksen ikki at halda fast í stórspælinum, sum hann í løtum hevði víst í málinum, og so gjørdist tað ov lítið hjá VÍF.
Teir megnaðu at vinna dystin við 27-26, men tað tóktist nú ikki nerva teir grønu tað minsta pettið.
Triðja árið á rað er Kyndil í steypafinaluni í hondbólti, og hesa ferð við endurtøku av finaludystinum frá í fjør, tá Neistin vann við einum máli.
Fakta um dystin
Kyndil-VÍF 26-27 (13-10)
Kyndil víðari við samanlagt 52-49
10 min: 3—2
20 min: 8-6
40 min: 14-16
50 min: 20-21
Málskjúttar
Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson 8(5), Hans Áki Dal-Christiansen 6(3), Josef Abrahamsen 4, Janus Einar Sørensen 3(1), Høgni Klein 2, Bárður Johannesen 1, Rani Ellingsgaard 1, Ken Zachariassen 1
VÍF: Sámal Joensen 7(4), Agnar Joensen 7(3), Rúni Joensen 4, Bjarti Hansen 3, Áki G. Olsen 3, Regin Joensen 3
Brotskøst: Kyndil 9, VÍF 7
Útvísingar: Kyndil 11, VÍF 5
Diskvalifikatiónir: Kyndil 2 (báðar 3X2 minuttir), VÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen