Kyndil eigur oddasessin

VB basti VÍF, og so er greitt, at Kyndil eigur oddasessin í Elektron-deildini

VÍF fekk einki við sær, tá tær vitjaðu í Vági í dag.

 

Í einum dysti, har størsta fokus kanska var á dómaraparinum, sum ikki var til dystin, eydnaðist heimaliðnum at vinna ein uppibornan sigur.

 

Fyrra hálvleik var støðan fyri tað mesta, at VB helt seg eitt og tvey mál frammanfyri, men eftir steðgin øktu tær um munin. Seinastu løtuna fekk VÍF minkað nakað um munin, men hetta var ikki nóg nógv til veruliga at skapa spenning í dystin aftur.

 

Besti málskjúttin hjá VB var Gintare Butkeviciute, sum skeyt 11 mál. Durita Christophersen skeyt 10 mál fyri VÍF.

 

VB-VÍF 29-27 (17-15)