Kyndil ella H71 kann missa møguleikan í morgin

Hondbóltur: Dysturin millum mansliðini hjá Kyndli og H71 í morgin kann gerast rættiliga avgerandi

Øll liðini í 1. deild hjá kvinnum og monnum skulu í eldin hetta vikuskiftið. Tveir dystir verða spældir í dag og fýra í morgin.

Dystirnir í dag verða báðir í ítróttarhøllini á Hálsi. StÍF sendir bæði síni lið til Havnar at spæla móti Neistanum. Hjá kvinnunum er talan um toppdyst. Neistin og StÍF hava bæði 10 stig eftir grundspælið og fyrsta dyst í endaspælinum. Seinasta sunnudag vann StÍF 23-18 á Kyndli í Havn, meðan Neistin vann ein tepran 19-18 sigur á VB í Vági.

Hjá monnunum er hinvegin talan um ein dyst millum toppin og botnin í deildini. StÍF er áðrenn dystin bert eitt stig aftan fyri VÍF á ovasta plássinum og kann við einum sigri í dag taka plássið frá vestmenningum ? í øllum førum í ein dag. Neistin hevur ikki havt nakað gott kappingarár, og fyri hálvu aðrari viku taptu teir týðandi botndystin móti KÍF. Hetta úrslitið sendi Neistan niður í kjallaran í 1. deild. Sum kappingarárið hevur lagað seg higartil, verða tað Neistin og KÍF, sum fara at stríðast einsamøll í botninum, og tí eru útlitini fyri sigri til Neistan móti strandingum í dag heldur ikki serliga góð.


Avgerandi dystur millum Kyndil og H71

Í morgin verða so hinir fýra dystirnir, tveir hjá kvinnum og tveir hjá monnum. Á Skála skal KÍF royna at steðga vestmenningum, sum tykjast hava funnið stevið aftur eftir nøkur misjøvn úrslit fyrr í kappingarárinum, og VÍF er framvegis liðið, sum hini skulu vinna fyri at gerast føroyameistarar. Men tað er sera ivasamt, um kollfirðingar, sum hava trý stig, kunnu gera nakað við føroyameistararnar frá í fjør.

Mest áhugaverdi dysturin hjá monnunum hetta vikuskiftið er ivaleyst tann í Havn millum Kyndil og H71. Bæði liðini hava framvegis møguleika fyri at gera seg galdandi, men til tað krevst ein sigur í morgin. Kyndil og H71 hava ávikavist 6 og 7 stig, meðan VÍF hevur 10, og eftirsum tað er lítið sannlíkt, at vestmenningar missa stig móti KÍF, so merkir ein ósigur til annan av steypafinalistunum merkir ivaleyst, at liðið missur møguleikan fyri at vinna føroyameistaraheitið.


Týðandi dystur í Vági

Kvinnuliðið hjá Kyndli tapti seinasta vikuskifti móti StÍF og fór tvey stig aftur um tey bæði oddaliðini í deildini. Í morgin tekur Kyndil ímóti GÍ, sum er í niðaru helvt av stigatalvuni. Landskappingin hjá kvinnum er býtt upp í tveir partar ? trý lið í ovaru helvt og trý í niðaru helvt. Tað er sera sjáldan, at nakað lið í niðaru helvt vinnur á nøkrum liði í ovaru helvt, og nógv skal til, um tað broytist í morgin. Líkamikið um Kyndil vinnur dystin móti GÍ, koma tær ikki upp á fyrsta plássið, tí antin Neistin ella StÍF ? ella kanska bæði ? fáa stig í teirra innanhýsis dysti í dag.

Sætti dysturin hetta vikuskiftið verður í Vági millum VB og Stjørnuna. Bæði liðini taptu sín fyrsta dyst í endaspælinum móti ávikavist Neistanum og GÍ, so dysturin í morgin hevur risastóran týdning fyri bæði liðini. Vinnarin sleppur tvey stig upp um hitt liðið, og tað kann vísa seg at fáa avgerandi týdning, tá kappingin líður móti endanum.