Sunset-kappingin
Tey flestu høvdu roknað við einum spennandi dysti, tá kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum hittust sunnudagin.
Kyndil hevur staðið seg rættiliga væl higartil í ár, og tó at tær vóru skerdar, nú Lina Andriulyta var sjúk, so tóktust tær at hava eitt sera gott tak á grannunum fyrstu løtuna.
At Neista-liðið so eisini varð skert longu fyri steðgin, tá fyrst Annika Ljósstein noyddist at gevast við brotnum fingri, og Mildrið Jacobsen síðani noyddist á sjúkrahúsið við heilaskjálvta gjørdi ikki fortreytirnar hjá teimum grønu verri.
Mistu alt á gólvið
Men júst um saman mundi fór av álvara at ganga skeiva vegin hjá Kyndli. Seinastu fimm minuttirnar fyri steðgin megnaði Neistin at skræða seg frá Kyndli, og tá Kyndil so eftir steðgin skuldi vinna hetta aftur, gekk heilt galið.
Snøgt sagt, so vildi mest sum einki rigga hjá teimum grønu. Neistin fekk alt fyri eitt tvey-trý skjót mál, og so fall alt saman. Í álopspartinum mest sum kappaðust Kyndils-kvinnurnar um at fremja mistøk, sum náðisleyst vórðu revsað av teimum bláu. Og tá tær so loksins komu til nakrar upplagdar møguleikar, stóð Fríða Petersen sum ein livandi múrur fyri teimum.
Úrslitið av øllum hesum varð, at Kyndil ikki kom upp á 8 mál, fyrr enn góðir 19 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Bert níggju minuttir fyri steðgin hevði støðan ananrs 7-8, men eftir hesar 28 málleysu minuttirnar, stóð ikki minni enn 7-26 til Neistan, hvørs smíl bara gjørdust størri og størri.
Styrkisroynd um 7 dagar
Við sigrinum fekk Neistin enn einaferð staðfest, at tær ætla sær at taka upp dystin við Stjørnuna. Og hvørt tær megna hetta, fæst at vita, tá júst Stjørnan kemur á vitjan næsta vikuskifti.
Kyndil skal hinvegin taka sær annað skinn um bak, um tær skulu gera sær nakrar skreytir, tá tær væntandi eru partur av FM-endaspælinum í vár. Sjálvandi var saknur í Linu hesaferð, men eitt slíkt samanfall eigur ikki at koma fyri hjá liði, sum tykist hava ætlanir um at amast móti oddinum í ársins útgávu av Sunset-kappingini.
Fakta um dystin
Kyndil-Neistin 13-34 (7-11)
Málskjúttar
Kyndil: Hildur Høghamar 3, Jórun S. Ludvík 2(1), Súsanna Petersen 2, Anja Heinadóttir 2, Ronja M. Mikkelsen 2(2), Linda Weihe 1
Neistin: Unn Kragesteen 7(1), Ása á Neystabø 6(1), Nicoleta Radu Hansen 6, Anna Clementsen 4, Rakul Augustinussen 4(1), Annika Ljósstein 3, Gunnvá Brockie 2, Kára á Dunga 1, Annika Thomsen 1
Brotskøst: Kyndil 3, Neistin 8
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 2
Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen.