Hondbóltur
StÍF-Kyndil 29-34 (11-15)
Tað var ikki sørt av spenningi undan dystinum millum StÍF og Kyndil hóskvøldið. Hetta vóru tey bæði liðini, sum tykjast skula berjast um rættin at fylgja við vestmenningum, og eftir sgiruin hjá Kyndli tykjast tað nú vera teir, ið hava besta førleikan til hetta.
Byrjanin upp á kappingarárið hevur annars verið alt annað enn nøktandi hjá teimum grønu, men eftir at teir fyri einum trimum vikum síðani fingu vent skeivu gongdini, tykist bert at hava gingið framá.
Á odda alla tíðina
At sjálvsálitið og viljin veruliga eru í hæddini hjá Kyndli, sást eisini alt fyri eitt í dystinum á Skála.
Grundað á eina sera vælvirkandi verju fingu teir alt fyri eitt lagt sjógv niður til mótstøðuna. Tann sannroynd, at StÍF ongantíð megnaði at fáa samband við Kydnil á máltalvuni sigur eisini nakað um, hvør teirra lutur var í dystinum.
Rættiliga leyst slapp Kyndil ongantíð, men hinvegin megnaðu teir hvørja ferð at svara aftur, tá StÍF hevði togað seg eitt sindur fram. Nakað sum vitnar um sinniligt yvirskot, og sum samstundis eisini er møðandi og drepandi hjá mótstøðuliðinum.
Verjan og Jens
Sum nevnt var tað fyrst og fremst í verjupartinum, at sigurin varð grundlagdur. Ikki bara sást hetta í spælinum, men tað hoyrdist so sanniliga eisini aftur í høllini. Við uppbakkandi rópum stuðlaðu leikararnir alla tíðina undir hvønn annan, nakað sum eisini vitnar um sinniligt yvirskot, ti positivu rópini til viðleikarar koma sjáldan fyrr enn egna spælið koyrir sum tað skal. Ikki minst er hetta galdandi frá Regini Petersen, sum hevur ment seg ótrúliga nógv í verjupartinum, har hann at kalla hvørja ferð avloysti Jónleif.
Harumframt tykist tað nú fullkomuliga greitt, at í Jens Skipagøta hevur Kyndil veruliga fingið fatur á einum av bestu málverjunum í landinum. Um so er, at nakar ivaðist frammanundan.
Hann bæði stýrdi verjuni, soleiðis at tað gjørdist lættari at verja fyri skotunum, umframt at hann eisini hevði fleiri frálíkar bjargingar, tá menn komu leysir. Krúnan á verkið var so, at hann eisini tók trý tey fyrstu brotskøstini frá mótstøðumonnunum.
Nógvir streingir
Í álopspartinum smæddust kyndilsmenn heldur ikki burtur í dystinum. Í fyrrverandi strandavenjaranum, Jónleif Sólsker, hevur Kyndil fingið gamla spælskiparan aftur, men hetta merkir ikki, at álopsspælið gerst einstáttað.
Tvørtur ímóti varð sjónligt, at streingirnir í Kyndilsálopinum eru nógvir og góðir. Serliga varð hetta hetta sjónligt móti endanum. Tá royndi StÍF at skerja Kyndilsflogið við at mansverja Bjarna og Jónleif, men hetta hjálpti tó lítið, og eftir at Kyndil aftur fekk økt í trý mál skramblaði korthúsið hjá heimaliðinum saman.
Annar sýndu serliga teir tríggir, Jónleif, Bjarni og Uni sera gott og umhugsið álopsspæl. Strikuspælið riggaði væl, hóast Janus Einar bert fekk verið við lítla løtu, tí Rúni sýndi, at tað avgjørt ikki er av tilvild, at at hann eisini varð úttikin til landsliðið, sum hann nú hevur givið avboð til.
Harumframt eigur eisini eitt herðaklapp at verða latið ungu vongspælarunum. Meðan Hans Áki hevði leikbann í tveir dystir, hava hesir at kalla yvirtikið pláss hansara, og hóast hann spældi seg sera væl upp, tá hann fekk meira tíð á vøllinum í seinna hálvleiki, so skal hann als ikki kenna seg tryggan á sessinum. Fram um hinar evur hann tó ein ótrúligan stríðsvilja, og er sera sterkur í verjupartinum.
Bilflokkarnir
Omanfyristandandi kann kanska fyri summi ljóða sum ein skammrósan av kyndilsavrikinum. Tað er tó einki at dylja yvir, at StÍF eisini átti sín part í undirhaldinum. Talan er jú sjáldan um nakran góðan dyst, um talan ikki er tvey góð lið.
Tað stendur tó fast, at framgongdin hjá Kyndli frá seinastu umførunum stendur við, eins og tað kanska serliga tóktist vera viljin og áræði til at vinna, sum lyfti teir upp um strandingarnar heta kvøldið.
Ein hevur næstan hug til at samanbera liðini bæði við ein diesel-motor og ein bensin riknan. Sum kunnugt, so er aloftast lættari at starta ein bensinmotor, tí diesel motorurin skal fyrst hava eina gløðitíð, og síðani eisini gera rættiliga heitur, áðrenn hann koyrir, sum hann skal.
Um diesel-motorurin hjá Kyndli er eins góður og teir hjá Daimler-Benz skal tó ikki staðfestast her og nú, men helst fæst ein greið ábending um hetta, tá teirum tvær vikur skulu royna seg móti VÍF, sum higartil hevur koyrt í sama stíli, sum Schumacher ger í heitasta bilflokkinum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Kristjan Petursson 7, Costin Dumitrescu 7(2), Artur Johansen 6, Marius Joensen 3, Andre Danielsen 2, Leivur Justinussen 1, Alexandur Johansen 1, Pauli Poulsen 1, Poli Hansen 1
Kyndil: Bjarni Wardum 8(3), Rúni Poulsen 6, Heini Bendtsen 5, Jónleif Sólsker 4, Uni Wardum 3, Høgni Klein 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Regin M. Petersen 1, Janus Einar Sørensen 1
Brotskøst: StÍF 5, Kyndil 3
Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 6
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen. Høvdu frá fyrsta bríkslið eitt fast tak um dystin, og hóast mótmælini onkuntíð vóru harðlig, var ongantíð nakar ivi at hóma teirra millum.