Hondbóltur ? menn
Nógvar síður eru skrivaðar um søguliga laka árið hjá Kyndils-monnunum, og sunnudagin varð enn ein partur av hesum skrivaður.
Kyndil vitjaði tá á Skála, har heimaliðið til tíðir hevur spælt kanska vakrasta hondbóltin í ár, meðan teir til aðrar tíðir hava tveitt stig burtur móti liðum, sum á pappírinum eru nógv veikari.
Tørva skjúttar
Sunnudagin var tað um reppið, at strandingar aftur mistu stig, tí í fyrra hálvleiki var tað Kyndil, sum var oman á størsta partin av tíðini.
Serstakliga sat Kyndil á øllum fyrstu løtuna av dystinum, og áðrenn StÍF veruliga raknaði við, var Kyndil lopið avstað.
Seinastu 20 miniuttirnar av hálvleikinum ráddi soleiðis um hjá heimaliðnum at vinna Kyndil aftur, men leingi geks illa í hond í so máta. Ikki fyrr enn teir við einum time-out fingu betri skil á spælið, tók at bragda, men eftir hetta og í øllum seinna hálvleiki sýndu teir eina av høvuðsorsøkunum til, at Kyndil hevur tað so trupult í ár.
Skjúttar vænta í ólukkumát á liðnum, og hetta ger, at teir í álopsstøðu hava sera trupult við at finna sær veg inn um mótstøðuverjuna. Mótstøðuliðini kunnu alla tíðina verja við flatari 6-0, uttan at hetta kostar nakað serligt, og tí verður ofta ov trongt at spæla seg innum.
Tá verjuparturin á liðnum so heldur ikki er nóg sterkur til, at liðið kann vinna dystirnar við kontrahondbólti, so verður tað alla tíðina trupult hjá liðnum. At finna eina loysn til hetta, er sjálvandi ikki nakað, sum bara kann henda uttan víðari. Frægastu hyggjuráðini vildu helst verið at styrkt um liðið, so er spurningurin, hvussu fíggjarliga orkan er til tess.
Hvussu við fótbóltinum
Við sigrinum vann StÍF seg aftur eitt fet nærri hoyvíkingum, sum í løtuni eru á bronsuplássinum, men hvussu langt strandingar røkka, verður í stóran mun upp til teir sjálvar.
Alt árið hevur væntandi stabilitetur verið størsta hóttanin hjá strandingum, og tað er fyrst og fremst hesin, sum skal finnast, um talan skal gerast um heiðursmerki.
Harafturat er tað so helst eisini ein spurningur, hvussu nógv fótbólturin fer at ávrika, tá skálamenn fyri fyrstu ferð skulu royna seg í bestu deildini. Kanska er tað júst góða gongdin í fótbóltinum, sum hevur ávirkað liðið negativt í vetur, men ein slík staðfestin má helst bíða til einaferð á vári.
Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 27-24 (13-15)
Málskjúttar:
StÍF: Costin Dumitrescu 8(2), Artur Johansen 4(1), Alexandur Johansen 3, Jón Rasmussen 3, Marius Joensen 3, Andre Danielsen 3, Sveinur Justinussen 2, Bent Djurhuus 1
Kyndil: Bárður Johannesen 10(6), Høgni Klein 5, Jónleif Sólser 2, Regin Johannesen 2, Leif Mikkelsen 1, Allan Mørkøre 1
Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 6
Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Hjalmar Petersen. Høvdu alla tíðina gott tak á.