Neisitn-Kyndil 23-23 (10-10):
Kyndil hevur enn ikki tapt, síðani teir tann 15. desember vitjaðu á Skála.
Men hóast hetta, so verður tað Neistin, sum skal spæla um FM-heitið í finaludystunum móti StÍF.
Kapprenningin um hetta varð mest sum avgjørd, tá Kyndil í miðvikuni snávaði móti H71, og hon varð staðfest sunnudagin, tá grannauppgerðin millum teir grønu og teir bláu varð spæld á Hálsi.
Reytt eftir 6 minuttum
Dramatikkurin var annars stórur fyrstu løtuna. Treytirnar hjá Kyndli vóru, at teir skuldu vinna dystin við 13 málum, og frá fyrsta bríksli royndu teir at skrúva ferðina upp í gjøgnum.
At Neistin longu eftir 6 minuttum misti Áka Mørk, tá hesin í einum splitsekundi misti tamarhaldið og liggjandi tók í beinið á Josef Abramansen, gjørdi ikki støðuna hjá teimum bláu betri.
Kyndil tóktist eisini trúgva upp á møguleikan, men tá Neistin sendi Inga Olsen inn á vøllin at skipa spælið, komu teir bláu aftur. Ikki minst imponeraði Ingi, tá hann nærum einsamallur togaði Neistan frá 6-10 upp á 10-10 seinastu fimm minuttirnar fyri steðgin.
Og so kundi hóskandi verið lagt afturat, at við Jacob Larsen í málinum er ógvuliga ósannlíkt, at Neistin kann tapa við 13 málum. Stóri danin prógvaði enn einaferð, at hann kann verða lykilin, sum skal til, um StÍF skal basast.
Linkaði
Seinni hálvleikur gjørdist nakað linligur, sammett við fyrsta hálva tíman. Rokið, sum eina tíð lá í luftini fyri steðgin, var nú fullkomuliga dovnað, og ferðin á teimum grønu kom ongan tíð upp á eiott støði, har teir kundu hótta við stórsigri.
Ivaleyst høvdu teir tá eisini ásannað, at kapprenningin var tapt, og at tað var rættiliga avmarkað, hvat teir kundu gera fyri at røkka finaluni.
Hetta gav eisini Neistanum møguleikan at skjóta seg framum. Kyndil royndi at hanga í, men tað bendi alt meira á ein tryggan heimasigur.
Fagnaðurin á teimum bláu var øgiligur, so hvørt sum bóltarnir vórðu sendir handan Kyndils-málverjarnar, men kanska tóku teir bláu eisini nakað lætt upp á uppgávuna. Í øllum førum vildi Kyndil seinastu løtuna prógva, at teir ikki høvdu tapt seinasta hálva kappingarárið, og tað eydnaðist eisini.
Ivaleyst er vónbrotið hjá Kyndli stórt, nú teir ikki megnaðu at spæla seg í finaluna. Men orsøkin til hetta skal neyvan finnast í dystinum sunnudagin. Tí við kravi um somikið stóran sigur, var talan at kalla um Mission Impossible hjá meistarunum, sum nú mugu lata steypið frá sær.
Heldur kunnu teir líta aftur á mikudagin, har teir ikki bastu H71, ella kanska á onkran av fyrstu 12 dystunum, har Kyndil als ikki spældi sum eitt lið við meistarapotentiali.
Tað hevur Neistin kanska ikki gjørt alt árið. Men seinastu dystirnir hava givið tekin um, at liðið nú aftur er á rættari leið. Enn er ein dystur eftir, áðrenn farið verður undir sjálvar finalurnar.
Tann dysturin verður á Skála móti StÍF, men líkt er nú til, at talan tá verður um at kalla avspáking hjá flestu spælarunum. Raðfylgjan á stigatalvuni stendur ikki til at broyta, og sum skilst, so er tørvur á at hvíla fleiri av vanliga føstu spælarunum, soleiðis at hesir verða tøkir til finaluna. Og tað er nú heldur ikki óghusandi, at StÍF tá fer at hugsa í somu banum.
Fakta um dystin
Neistin-Kyndil 23-23 (10-10)
10 min: 1-4
20 min: 6-9
40 min: 14-13
50 min: 20-18
Málskjúttar
Neistin: Tróndur Kragesteen 6, Jugoslav Djumic 5, Blagoje Buha 4, Dann Thorleifsson 3, Ingi Olsen 3, Jóhann Brekkstein 2
Kyndil: Finnur Hansson 7(1), Hans Áki Dal Christiansen 6(1), Høgni Klein 4, Hanus Johansen 3, Josef Abrahamsen 2, Janus Einar Sørensen 1
Brotskøst: Neistin 2, Kyndil 4
Útvísingar: Neistin 4, Kyndil 3
Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reyt)
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen