Kyndil skrivar á facebookvanga sínum:
- Kyndilskvinnur nýggjan venjara.
Kyndil hevur sett nýggjan høvuðsvenjara til kvinnurnar. Talan er um Pether Krautmeyer úr Svøríki, ið eisini kemur at virka sum ungdómsmennari.
Nýggi formaðurin í felagnum sigur soleiðis:
- Nevndin hevur seinastu tíðina leitað eftir einum nýggjum høvuðsvenjara til kvinnurnar, ið eisini skuldi vera virkin innan ungdómsarbeiðnum, soleiðis at flytingin millum yngri deildirnar og bestu deildina verður fyrireikað og framd á bestan hátt. Við Pether hava vit funnið eina spennandi loysn, ið kemur við drúgvum royndum, sigur Heini Poulsen Hellisdal.
Pether Krautmeyer er 56 ára gamal, kemur frá Svøríki, og hevur m. a. verið hjálpar- og høvuðsvenjari í Holstebro Håndbold frá 2008 til 2023. Umframt at hava tikið sær av fremstu deildunum, hevur hann eisini vant ungdómsdeildir. Pether hevur eisini lokið útbúgvingina sum styrkivenjari, sum kvinnurnar eisini fáa ágóðan av. Nýggi venjarin kemur til Føroya seinni í mánaðanum.
Nevndin í Kyndli fegnast um at hava gjørt avtalu við Pether, og sær somuleiðis fram til eitt spennandi og mennandi samstarv. Skrivar Kyndil.