LÍF skal ansa sær

Á Mølini á Eiði vóru teir á heimaliðnum óhepnir, at teir ikki í 2. hálvleiki fingu sigursmálið

ENDAUMFAR

Heilt síðani tað í 1976 varð farið undir kapping í trimum deildum, hava leirvíkingar átt pláss í bestu ella næstbestu deildini. Leygardagin verður avgjørt, um teir eisini í 2004 skulu vera í 2. deild, ella um teir mugu finna seg í bara at spæla 3. deildar fótbólt.
Tað stendur púra javnt, eftir at LÍF mikukvøldið vitjaði teir næstbestu hjá EB/Streymi. Úrslitið var 1?1. Bæði málini komu í 1. hálvleiki. Niels Pauli Justinussen legði við beinleiðis fríspark út úr brotsteigar samankomingini í vinstru og dygst undir tvørtrænum LÍF framum miðskeiðis í 1. hálvleiki, og dygst undan steðginum javnaði Arnbjørn T. Hansen. Úr spískum í vinstru sendi hann innfyri málið, og bólturin smeyg sær í málið aftanfyri eitt sindur uttarlaga stadda Allan Joensen.
Eftir steðgin var heimaliðið leikliga omaná. Teir sendu í stólpan, og Leif Niclasen, sum akkurát var komin á vøllin, streyk ígjøgnum í vinstru og sendi dygst framvið handaru stólparótini. LÍF hevði eina ferð bóltin í EB/Streyma málinum, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu.
Eyðfinn Joensen var eyðsýndur á EB/Streyma miðvøllinum, og leirvíkingarnir noyddust at brúka nógva orku upp á Teitur Joensen, sum arbeiddi nógv í álopinum hjá heimaliðnum.
Miðalaldurin hjá LÍF var væl hægri, enn hann var hjá EB/Streymi, sum hevði nógvar dugnaligar unglingar á liðnum. Leirvíkingar hava nú møguleikan á heimavølli, men teir mugu vísa betri hugburð, enn teir gjørdu hesa ferð, um tað skal eydnast hjá teimum. Fyrr í ár hevur LÍF vunnið á ÍF, sum vann gull, TB, sum vann silvur, og Sumba, sum vann bronsu. Men LÍF endaði næstaftast í 2. deild og stríðist nú fyri at sleppa undan niðurflytingini. At úrslitini hava verið so óstøðug kundi bent á, at tað fyrst og fremst er hugburðinum, at tað skal arbeiðast við.

Endaumfar um pláss í 2. deild
EB/Streymur?LÍF 1?1 (1?1)
0?1: Niels Pauli Justinussen 26.
1?1: Arnbjørn T. Hansen 44.
Dómari: Suni Johansen