Líggjas Joensen 65 ár

Hósdagin 27. apríl fyllir Líggjas Joensen í Havn 65 ár. Líggjas hevur í mong ár verið vinnulívsmaður, og hann er fyrrverandi formaður í Ítróttarsambandi Føroya.

Líggjas er gøtumaður. Foreldrini hjá honum vóru Hanna fødd Gregersen og Leon Joensen. Mamman var úr Syðrugøtu, og pápin var ættaður úr Froðba. Hanna og Leon fingu fimm børn: Jórun Smith, sum býr á Argjum, Líggjas, Oddvá Nattestad, sum býr í Havn, Jógvan Salemon, sum býr í Syðrugøtu, og Helgi, sum býr í London.

Líggjas kom til Havnar í 1962, tá ið hann fór í læru í Føroya Banka. Meðan hann lærdi, koyrdi hann hýruvogn og rak SnarVask í Bøgøtu. Í 1964 flutti hann til niður til Danmarkar, har hann arbeiddi á skrivstovuni hjá General Motors í Keypmannahavn.

Í 1966 flutti Líggjas aftur til Havnar. Tá fór hann á skrivstovuna hjá Skipafelagnum Føroyar. Í 1971 fór hann at arbeiða á granskoðaravirkinum hjá Carl Wilhelm Weihe. Har var hann í tvey ár, og so var hann í tíggju ár roknskaparstjóri hjá Tórshavnar býráði. Í 1983 fór Líggjas at arbeiða hjá Føroya Fiskasølu. Har var hann inntil í 1994, tá ið hann saman við øðrum stovnaði Farpack. Líggjas hevur verið stjóri øll árini, og tað er hann framvegis. Upprunaliga var setningurin hjá Farpack at útvega pakkitilfar til fiskivinnuna. Seinni er arbeiðsøkið víðkað rættuliga nógv.

Líggjas hevur havt fleiri álitisstørv í vinnulívinum. Eitt nú er hann næstformaður í Oljuvinnufelagnum, sum er felag hjá teimum, ið hava áhuga í at vera við í oljuvinnuni eitt nú sum veitarar.

Líggjas er giftur Hergerð, f. Joensen og ættað úr Fuglafirði. Foreldur hennara vóru Herborg og Jóhan Joensen í Toftum í Fuglafirði. Hergerð og Líggjas búgva í hugnaligum heimi undir Heygnum, og tey eiga trý børn: Heðin, Joan og Herborg, sum øll búgva í høvuðsstaðnum. Líggjas er sera familjukærur, og hann gongur eisini høgt upp í abbabørnini. Higartil eru tey fýra í tali, og eitt er á veg.

Líggjas er ógvuliga ítróttaráhugaður. Hann hevur spælt badminton í mong ár. Mestu orkuna í frítíðini hevur hann nýtt til at skipa fyri og at leggja til rættis ítróttini at frama. Í 1970 gjørdist hann kassameistari í Havnar Badmintonfelag. Longu í desember 1971 varð hann valdur til formann í Ítróttarsambandi Føroya, og í tí sessinum sat Líggjas inntil í 1976. Í 1974 gjørdust Føroyar limur í altjóða hondbóltssamgonguni. Líggjas var saman við øðrum føroyingum hjástaddur í Jesolo í Italia. Hetta hevur hann altíð mett sum ein av tindunum í síni ítróttarligu karrieru, tí frammanundan var frá føroyskari síðu gjørt stórt fyrireikingararbeiði, soleiðis at hetta skuldi eydnast. Føroyar vórðu limir í altjóða hondbóltssamgonguni saman við eitt nú Saudi Arabia!
Eitt annað stig, sum varð tikið hesi árini, var at bøta um húsaumstøðurnar hjá umsitingini. ÍSF keypti húsini, sum Neistin átti í Gundadali. ÍSF, sum frammanundan hevði leigað tvey rúm í Sverrisgøtu, flutti inn í Gundadali í 1974, tá ið ÍSF fylti 35 ár. Teir bygdu um og víðkaðu um húsini, og ÍSF heldur framvegis til í Gundadali.

Í 1978 var Líggjas millum teirra, sum fóru undir arbeiðið at fáa C HM kappingina í hondbólti til Føroya. Tað eydnaðist, og kappingin var í Føroyum stutt eftir ársskiftið í 1980. Tá ið Hondbóltssamband Føroya varð stovnað í 1980 gjørdist Líggjas formaður. Hann sat í sessinum inntil í 1982. Síðani hevur hann ikki verið í nevndum, men hann hevur hjálpt til og stuðlað eitt nú, tá ið Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989.