Enn einaferð eru vit vitni til, at Føroya Løgting ger lógarbroytingar, sum kosta kommununum pengar, mitt í einum roknskaparári. Tá so fíggjarætlanin hjá kommunum ikki verður yvirhildin, fær kommunan eina átalu fyri tað.
Hoyrdi í tíðindunum í áðni at Føroya Løgting nú hevur samtykt við 3. viðgerð, at kommununar skulu gjalda fyri væntandi barnaansing, tí hetta økið nú er lagt út til kommununar.
Um hetta verður lagið framyvir, so eru kommununar og kommunufeløgini noydd til alt fyri eitt at forða landinum í at leggja fleiri økir út til kommununar.
Lógin má virka líka báðar vegir: Skulu kommunurnar fáa rokning fyri væntandi barnaansing frá landinum, so má landið fáa rokning frá kommunum fyri tann partin av eldrarøktini, sum landið ikki er maður fyri at røkja ? og tann parturin er rættuliga stórur.