Løgin sjón í Sandagerði

Tey, sum komu framvið í Sandagerði seinnapartin týsdagin sóu eina løgna sjón góðar 30 - 40 metrar úr landi

Terji Nielsen


Tað var av allarfagrasta veðri allan týsdagin í Havn. Av somu orsøk vóru rættiliga nógv fólk í Sandagerði og hildu sær at gaman. Hesi fólkini sóu eina løgna sjón, sum tó hevði eina heilt nátúrliga frágreiðing.


Bert føturnar undir vatni

Einar 30-40 metrar úr landi stóð ein maður frá brandstøðini við eini borimaskinu og boraði. Tað, sum gjørdi sjónina so løgna, var, at hóast maðurin var staddur so langt úr landi, so vóru bert føturnar hjá honum undir vatni.

Inni á landi sat starvsfelagin hjá hesum manni og fekk sær kaffi. Tá hann var liðugur við kaffimunnin, helt hann fyri, at nú mátti hann fara at loysa hin av. So gekk hann oman til sjóvarmálan og vassaði út móti hinum, og teir síðstu 5 metrarnar var hann noyddur at svimja.


Fýra stórir klettar

Tað, sum ikki sást úr landi, var, at maðurin, sum stóð og boraði, stóð uppi á einum stórum kletti, sum liggur beint undir vatnskorpuni úti í Sandagerði.

Heilir fýra stórir klettar liggja undir vatnskorpuni í Sandagerði, og hesir klettar eru ofta til stóran ampa fyri bátar, tá ið grind er í Havn. Tað eru mangir bátar, sum hava fingið skaða av hesum klettum.

Kommunan í Havn hevur tískil tikið avgerð um, at hesir fýra klettarnir skulu spreingjast burtur, so teir ikki eru til ampa, tá ið grind næstu ferð er í høvuðsstaðnum. Teir báðir menninir frá brandstøðini vóru tí í ferð við at gera fyrireikingarnar til spreingiarbeiði, so alt hevur sína orsøk.