Spurningurin er, um eitt nú Búskapar- og løgfrøðingafelagið ikki leyp framav, tá teir samráddu seg fram til eitt reallønarfall til sínar limir. Í hvussu so er batnar umdømið hjá hesum felag ikki, um eitt nú Starvsmannafelagið fær ein sáttmála, ið um ikki annað forðar fyri eini reallønarniðurgongd hjá limunum. At eitt ella fleiri feløg kanska lupu framav og gingu við til procentsatsir, ið mest sum eru til láturs, eigur ikki at ávirka samráðingarnar við Starvsmannafelagið og hini feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Tað er ikki sørt undrunarvert, at umboð fyri miðfyrisitingina, ið kanska hava havt onnur ábyrgdarøki á eitt nú landsstovnum fyrr, har viðbøtur vóru útgoldnar uttan heimild í sáttmála, nú standa og forða eini sáttmálaloysn, har fólk um ikki annað eru ajour við príshækkingar. Lønardeildin er ikki fyri sart fólk varð sagt í starvslýsing herfyri, men spurningurin er, um ikki júst tey sartu eiga at sleppa framat samráðingarborðinum aftaná tað er slitnað millum partarnar.
Tað er sjálvsagt ikki bert embætisverkið, ið stingur út í kortið, men kanska serliga politikarnir omanfyri. Vit vita, at Fólkaflokkurin vil hava eitt láglønarsamfelag, har hvør er sær sjálvum næstur. Tjóðveldisflokkurin harafturímóti ákærir eitt nú Javnaðarflokkin fyri at mála ræðumyndir og taka patent uppá vælferðarsamfelagið, hvørja ferð hesin roynir at vísa á vandan í núverandi gongd. Nú er í hvussu so er møguleikin til staðar hjá Tjóðveldisflokkinum at vísa, at tað bert eru ræðumyndir, talan er um. Heldur reallønarfallið fram, og eitt nú fólkapensiónin verður burtur til frama fyri einari fólkatrygging eftir fólkafloksleisti, so er talan ikki longur um eina ræðumynd, men heldur eina konstatering. Trupulleikin er bert, at tá er ov seint at byrgja upp fyri gongdini.
Er reallønarfall og harvið láglønarsamfelagið ein fyritreyt fyri fullveldinum, so eigur Tjóðveldisflokkurin at fortelja hettar fyri fólki, ístaðin fyri at finnast at teimum, ið ávara ímóti tí sum hendir í løtuni. Í hesum døgum er í hvussu so er ringt at fáa eyga á nakran í samgonguni, ið stendur sum garantur fyri vælferðarsamfelagnum. Vónandi fara komandi dagarnir at vísa, at vit taka feil hesum viðvíkjandi.
Hvussu leingi skal næststørsti flokkur einsamallur sleppa at siga, hvar skápið skal standa? Størsti flokkur hevur ikki Løgmann, men kanska hann nú sigur stopp og tryggjar sømulig kor á almenna arbeiðsmarknaðinum. Fíggjarmálaráðharraposturin er hóast alt einasti tungi landstýrisposturin Tjóðveldisflokkurin fekk, og nú er tíð at gera brúk av hesum!