- Løgmaður, eg bíði enn

Tórshavnar kommuna hevur áhaldandi rætt løgmanni eina hjálpandi hond fyri at fáa eitt kappingarført Fróðskaparsetur og máttmikið lestrarumhvørvið í Havn. Tað rínir kortini við. – Eingin ønir okkum aftur, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn

- Tað er ikki uttan orsøk, at Reykjavík, Akureyri, Tromsø og Aalborg hava sett nógvar milliónir í altjóða Fróðskaparsetur og gransking. Úrslitið er ikki bara fólkavøkstur, men eisini búskaparvøkstur. Vit hava tosað um hesa loysnina meira enn eina fjórðingsøld, og Tórshavnar kommuna hevur í fleiri førum rætt løgmanni eina hjálpandi hond. Her hendir einki. Legg minst 250 milliónir krónur í hesa verkætlanina heldur enn ein tunnil á bygd. Tað er av alneyðugum týdningi.

Bløðir Havnin, bløðir landið út. Tað er borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, púra sannførdur um. Hann er samstundis skelkaður av, at almennu Føroyar enn ikki hava ásannað støðuna og vilja bróta gongdina við politiskum átøkum.

Fólkastreymurin, serliga av ungdómi, úr Føroyum stendur við og versnar. Fólkatalið er minkað við sløkum 1000 fólkum síðan 2008. Fólkatalið í høvuðsstaðnum minkar og skattainntøkurnar minka. Framrokningar vísa, at fólkatalið fer framhaldandi at minka, tað verður skeivleiki í aldurssamanseting og kynsbýti gerst størri. Kostnaðarstøðið í Føroyum er nógv hægri enn í grannalondunum. Mest sum alt er dýrari. Í grannalondunum eru setanartreytir, lønin, skatturin og veitingar frá tí almenna til einstakar samfelagsbólkar gjarna munandi betri.

Ein av loysnunum, sum stovnar og serfrøðingar hava áhaldandi víst á fyri at steðga vanlukkuligu gongdini, er at fáa eitt kappingarført fróðskaparsetur. Eitt altjóða universitet, sum kann draga føroyskan og útlendskan ungdóm til sín fyri at kveikja lív í býarlívið og virka í høvuðsstaðnum.

- Tað er eingin savningarmegi og samleiki á okkara Fróðskaparsetri, sum liggur spjatt runt í Havn. Landsins myndugleiki má vera við at lyfta eina slíka verkætlan, men har er eingin áhugi yvirhøvur, sigur Heðin Mortensen.

Lestrarumhvørvið er í Havn
Politikarar, serfrøðingar, viðmerkjarar og onnur hava seinnu árini oyst tilfar út í almenna rúmið við sínum loysnum at fáa útbúnar føroyingar aftur hendavegin. Allarflestu teirra eru á einum máli um, at eitt máttmikið lestrarumhvørvi er lykilin til at steðga støðugu fólkafráflytingini. Treytin fyri fólkavøkstri er útbúgving og vitan.

Vantandi útbúgvingarmøguleikar er tað, sum noyðir størsta partin av føroyska ungdóminum av landinum. Eitt fróðskaparsetur hevði útsett rannsóknarferðina hjá føroyskum lesandi út í heim, og samstundis givið teimum størri tilknýti til samfelagið.

Tórshavnar kommuna hevur í fleiri førum roynt at rætt løgmanni eina hjálpandi hond við púra ókeypis grundstykki til nýtt og dagført Fróðskaparsetur.

- Eingin ønir okkum aftur. Høvuðsstaðurin vil fegin vera við at steðga fráflytingini, men eitt felagstak krevst, og har er eftir øllum at døma eingin áhugi. Vit bíða enn eftir svari frá løgmanni, sigur Heðin Mortensen.

Við vaksandi altjóða krøvum til maritimu útbúgvingarnar hevur leingi verið greitt, at útbúgvingarnar skulu uppstigast og fakliga orskan skal savnast enn meira. Landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum fekk í 2010 handað tilmæli frá serfrøðingabólki, sum mældi til at leggja maritimu útbúgvingarnar saman og skipa tær við tilknýti til Fróðskaparsetur Føroya. Tilmælið hekk væl saman við vakstrarætlanini hjá Tórshavnar kommunu, sum vil hava betri umstøður til útbúgving og gransking. Lestrarumhvørvið skal vera í Havn.

- Vit vita, at tey ungu lesandi fara hagar, tey fáa bestu útbúgvingina í einum gevandi lestrarumhvørvi, har tey eisini kunnu vinna neyðuga inntøku afturat til lestrartíðina. Lærararnir og granskararnir fara hagar, teir fáa fakligar avbjóðingar. Bústaðarmøguleikarnir og frítíðartilboðini eru eisini í størri mun her. Vit mugu varðveita sum flest av okkara ungu sum longst í landinum, og hetta fæst bara við at savna tey lesandi og lærararnar í stórar eindir í miðøkinum, sigur borgarstjórin og vísir samstundis á, at avgerðin at flyta útbúgvingar frá Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar er skelkandi, stuttskygd og púra visjónleys. Skúlarnir skulu savnast í størri deplar í Havn.

- Tað líkist ongum, at lokalpolitikkur skal forða fyri hesum. Hetta er ikki ein meinaleys kapping millum Havnina og hini, men ein spurningur um framtíðina í Føroyum. Løgmaður má viðganga tað nú og vera við at styrkja lestrarumhvørvið her. Tað er einasta loysn, skulu vit yvirhøvur geva okkum nakra vón um at skapa eitt sterkari útbúgvingstað, sum lýkur altjóða krøv, og sum føroyska samfelagið skríggjar eftir, sigur hann.

Eru ov sein
Kanningar, sum Tórshavnar kommuna hevur latið gjørt, vísa, at 70 prosent av føroysku útisetunum, sum havi nomið sær útbúgving uttanlands og venda aftur til Føroya, vilja búseta seg í høvuðsstaðnum. Orsøkirnar eru serliga, at fólkaskúlarnir, barnaansingin og frítíðartilboðini við lokkandi náttarlívi eru har.

Hetta er greitt tekin um, at almennu Føroyar mugu hjúkla um høvuðsstaðin, tá tað ræður um at fáa útisetar heimaftur. Borgarstjórin ávarar um høgu húsaprísirnar, sum fær fleiri at setast aftur.

- Við einum meðalprísi oman fyri tvær milliónir krónur eru tað fleiri familjur, sum ikki hava ráð at búgva ella búsetast í Havnini. Veruleikin er, at verður ov tungt at búgva í høvuðsstaðnum hendir tað, at fleiri teirra flyta av landinum. Høvuðsábyrgdin er hjá bankunum, sum stýra fíggingini av allari bygging, sølu og endursølu. At steðga fólkaflytingini er ikki nakað, sum høvuðsstaðurin kann standa fyri sjálvur. Øll skulu vera við, men áhugin er ov lítil, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir á, at Tórshavnar kommuna kann við síni stødd fremja nógv. Men givið er, at kommunan megnar ikki alt, sum landið sleppur sær undan, og nú fer veruliga at sansa at. Høvuðsstaðurin kann ikki ávirka húsaprísirnar.

- Vit áseta ikki rentusatsir og bankaavgjøld ella gera av, hvussu bankarnir og Húsalánsgrunnurin skulu sleppa at virka. Vit áseta heldur ikki MVG á byggitilfar og arbeiðslønir, mjólkina, barnaklæðini og blæurnar – bara fyri at nevna nakað, sum kostar barnafamiljum dýrt hvønn dag, sigur hann.

Skaðin er longu hendur, og tað verður tungt at venda gongdini. Ein gongd, sum hevur stórar avleiðingar fyri landið. Borgarstjórin í Havn hevur eina seinastu áheitan á Kaj Leo Johannesen, løgmann.

- Eg standi enn og rætti tær hondina. Tú burdi rætt mær tína, sigur hann.