Íslandssáttmálin
Tað er væl skiljandi, at spurningurin verður reistur um løgmaður hevur brotið stýrisskipanarlógina.
Tað heldur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, var við til at gera stýrisskipanarlógina.
Men hann er eisini púra vísur í, at tað hevur ikki verið við beráddum huga.
Tí heldur hann eisini, at tað er heilt burturvið at krevja at løgmaður skal fara frá.
So álvarsligt er eitt møguligt brot á stýrisskipanina als ikki.
Hann heldur tí, at løgmaður kann í mesta lagi fáa eina átalu.
Umsitingin ósamd
Eftir stýrisskipanarlógin skulu allir týðandi millumtjóðasáttmálar góðkennast av Føroya Løgtingi.
So er tað sjálvandi ein tulkingarspurningur um hetta er ein týðandi sáttmáli, sigur Bjørn á Heygum.
Sjálvur heldur hann, at ein sáttmáli, sum setir fullkomnan fríhandil í gildi ímillum tvey lond, má sigast at vera ein týðandi sáttmáli.
Men síðani hendir tað, at løgmaður setir tann partin av sáttmálanum í gildi beinanvegin, sum gevur fríhandil fyri vørur ímillum Ísland og Føroyar.
Tað er í sær sjálvum ein ásannan av, at talan er um ein týðandi sáttmála, sum skal fyri løgtingið, tí annars hevði løgmaður uttan iva sett allan sáttmálan í gildi beinanvegin.
Men við hesm metir løgmaður sostatt eisini, at spurningurin um tollfrælsi er so lítið týðandi, at hann kann setast í gildi uttanum løgtingið.
Løgfrøðingurin heldur, at tað er eyðsæð ein tulkingarspurningur.
Kortini heldur hann, at tað er váðaverk at pilka ein sáttmála sundur, tí eftir hansara tykki eigur hann at verða mettur sum ein eind.
Og hvat hendir um um løgtingið vrakar sáttmálan, spyr Bjørn á Heygum.
Hann heldur, at so hevur løgmaður fingið ein heilt álvarsligan trupulleika við tað, at hann hevur sett ein part av honum í gildi.
Bjørn á Heygum heldur ikki, at tað kundi gingið hampiliga skjótt hjá løgmanni at lagt málið fyri tingið og tryggja sær tingsins góðkenning.
So hevði løgmaður loyst allar trupulleikar og hevði tryggjað seg ímóti mistøkum. At pilka ein sáttmála sundur, soleiðis, sum løgmaður hevur gjørt í hesum føri, er eitt ógvuliga vandamikil leið at koma inn á.
Tað hevði verið rættari av løgmanni at handfarið málið soleiðis, at tað ikki bar til at sáa iva um mannagongdina.
Neyðugt við greiðum mannagongdum
Bjørn á Heygum vísur á, at hetta málið vísir, at ósemja er ímillum umsitinginia hjá løgmanni, sum tilkar málið so, at hann hevur heimildina og so umsitingina hjá uttanlandsnevndini, sum setir spurnartekin við tað.
Tað rættast hevði kanska verið at lagt málið fyri landsstýrismálanevndina, sum so kundi komið til eina niðurstøðu.
Í øllum førum heldur Bjørn á Heygum avgjørt ikki at eitt møguligt mistak er so stórt, at tað eigur at fáa avleiðingar fyri løgmann.
Hetta er framvegis ein tulkingarspurningur og vit kunnu vera rættiliga vís í, at tað er ikki við beráddum huga, at løgmaður kanska hevur sett stýrisskipanina til viks, so linnandi umstøður eru eisini í málinum. Tí kann tað í mesta lagi enda við eini átalu.
Hinvegin heldur løgfrøðingurin at tað hevur sera stóran týdning, at stýrisskipanin verður hildin.
Tí heldur hann, avgjørt, at løgtingið eigur at taka málið upp og gera greiðar mannagongdir fyri, hvussu slík mál skulu avgreiðast.
Onki samfelag kann liva við, at ivi í heilum verður skal vera sáddur um, antin stýrisskipanin er brotin ella ikki og tí eiga greiðar mannagongdir at verða gjørdar, heldur Bjørn á Heygum.