Løgmaður fyri fríari føsturtøku

Kaj Leo Johannesen heldur, at kvinnur skulu ráa yvir egnum kroppi. Hann ásannar eisini, at fosturtøkulóggávan er ótíðarhóskandi, og skal verða nakað sum politikarar tora at taka upp

FOSTURTØKA

 

- Eg haldi, at kvinnur eiga at ráa yvir egnum kroppi. Hetta sigur Kaj Leo Johannesen í samrøðu við Rás2.

Løgmaður heldur, at etiskir spurningar eru upp til hvønn einstakan at taka støðu til, og at hansara støða er, at tað eigur at verða frí fosturtøka í Føroyum.

Føroysk fosturtøkulóggávan er frá 1956, og hetta heldur Løgmaður verða ótíðarhóskandi.

- Nógv bendir á, at fosturtøkulóggávan er ótíðarhóskandi, og tað eigur at verða nakað, ið vit tora at taka upp, sigur hann.

Hann heldur, at bara tað at læknarnir sjálvir kunnu taka avgerðir um, hvør skal fáa fosturtøku og ikki, er ein ábending um, at lógin er ótíðarhóskandi, sigur løgmaður.

Í samgonguskjalinum stendur einki um fosturtøkulóggávuna, men løgmaður heldur, at hetta eigur at verða ein spurningur, ið skal takast upp.