Løgmaður tjenar meiri enn Putin

Jóannes Eidesgaard tjenar meiri enn russiski forsetin Vladimir Putin

Tað vil ein listi, sum kenda amerikanska blaðið Forbes hevur gjørt, vera við. Dimmalætting, sum hevur Forbes sum keldu, skrivar, at russiski forsetin Vladimir Putin tjenar 500.000 krónur um árið, men Jóannes Eidesgaard tjenar 700.000 krónur. Altso 200.000 krónur meiri enn russiski forsetin. Sambært hesum sama lista, er Lee Hsien Loong, forsætisráðharri í Singapore, er ovast á listanum við eini ársløn áljóðandi 11 milliónir krónur. Niðast á listanum og tann ríkisleiðarin við minst løn er Evo Morales í Bolivia. Hann fær einans 100.000 krónur um árið.