Løgreglan: Ein tikin við kenning

-

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka sunnunáttina, sigur løgreglan í Rúnavík.

Dansur var í høllini á Kambsdali leygarkvøldið, men hóast nógv fólk var komið saman, so gekk tað sera friðarliga fyri seg, sigur vakthavandi í Runavík.

? Tað var bara hesin eini, sum ikki kundi lata vera at fara í bilin, sigur vakthavandi.