Løgreglan mundi farið sama veg

Tað var himmalsins ódnarveður kring landið í gjár. Kambsdalur er sera vindhart pláss og um middagsleitið í gjár varð ein bilur tikin út av vegnum á leiðini við Snikkaravirkið. Og tá løgreglubilurin úr Runavík fór á staðið, var um reppið, at hann fór sama veg

Jonhard Hammer


Tað var ikki eiti á ódnarveður kring landið í gjár. Kolandi stormur var um meginpartin av landinum, men tíbetur vóru tað ikki teir heilt nógvu stórskaðarnir. Ymiskt er hvussu vindhart tað er kring landið, men Kambsdalur er eitt av støðunum har vindurin ofta leikar serliga hart.

Soleiðis var eisini í gjár. Vindmátarin hjá Landsverkfrøðinginum segði frá 44 metrum um sekundi um ellivu tíðina og um tólvtíðina í gjár segði vindmátarin frá, at vindferðin var heilar 51 metrar um sekundið - tað svarar til umleið 180 kilometrar um tíman!

Nógvi vindurin hevði eisini eitt ferðsluóhapp við sær. Stutt fyri middag í gjár varð ein bilur tikin av vegnum av eini hvirlu. Bilførarin var heppin og slapp eftir tí vit hava skilt undan óhappinum uttan stórvegis mein.

Men tað var um hár gjørt, at ikki størri óhapp spurdist burtur úr. Løgreglan í Runavík fekk, sum eisini rætt er boð um óhappið í Kambsdali og ein løgreglumaður varð eisini sendur inn at gera frágreiðing frá óhappinum.

Og hann fekk eisini vindin at føla. Tá hann kom inn í Kambsdal kom ein hvirla og hon skrikti so fast í bilin at hann mundi farið sama veg, sum hin bilurin.

- Eg fór inn í Kambsdal at hyggja hvat var hent og tað var um eitt hangandi hár, at eg eisini endaði við síðuna av vegnum. Tað var skrykt so nógv í hann, at tað var øgiligt, sigur løgreglumaðurin í Runavík

Har er so heilt øgiliga vindhart. Har er ein kilometur frá fjósinum og inn á Brúnarenni, sum er so øgiliga vandamikið, at fólk gera best við ikki at koyra har um leiðir í slíkum veðrið, leggur hann afturat.

Tað er soleiðis har inni, at tað eru serliga nógvar hvirlur á Kambsdali. Fyrst koma tær omanav, og knappliga áðrenn mann veit av, so koma tær rangur niðan aftur, so tað er rættuliga vandamikið at koyra har um leiðir.

Hvussu skulu fólk fyrihalda seg, um tey skulu handavegin?

Tey skulu slett ikki fara. Fuglafjarðarpollur hann stendur allur hvítur í glaðum, so ein stendur seg best við at lata verða.

Í slíkum førum, tá hann sigur so nógvan vind, skal ein hugsa seg serliga væl um áðrenn ein fer nakran veg, sigur løgreglan í Runavík.


Eisini harðført aðrastaðni

Tað er nú ikki bara í Kambsdali, at tað hevur leikað í. Í Suðuroy var ógvusligt og einu løtuna vóru menn bangnir fyri, at ítróttarhøllin fór at fáa stórskaða, men av tí at menn vóru skjótir á staðnum hendi ikki stórvegis skaði.

Á Vestmannavegnum var eisini rættuliga fitt av vindi. Bussarnir hjá Bygdaleiðum góvust at koyra av illveðrinum og tað er eisini væl skiljandi. Vindmátarin hjá Landsverkfrøðinginum máldi um eitt-tíðina í gjár knappar 36 metrar um sekundi.