Løgreglan hevur havt nógv stríð av fullum fólki í nátt.
Jólaborðhaldini eru við at taka seg upp í álvara. Samstundis hevur veðrið verið gott, so tað hevur verið heilt nógv fólk í býnum. Men tað hevur eisini verið hált og alt hetta blandað saman, er tað uppskriftin upp á eina strævna nátt hjá løgregluni.
Vakthavandi á løgregluni í Havn sigur, at tey hava havt úr at gera at fáast við full fólk.
Fólk eru dottin ella hava ligið avdottin úti, men tað hevur tað verið ov kalt til, so løgreglan hevur hjálpt nógvum fólki at finna ein húruvogn, ella til at finna upp hús aftur, ella tey eru send á Landssjúkrahúsið at kanna skaðar, tey hava fingið.
Onkustaðni hava full fólk eisini verið til ampa, tí tey hava larmað og onkustaðni hava tey órógvað grannar við at spæla tónleik fyri fullum drøni.
Løgreglan hevur eisini fleiri ferðir verið uppi í, har fólk eru farin til hendurs og í nøkrum førum hava fólk fingið so mikið av skaða, at tey eru farin á Landssjúkrahúsi.
Í øðrum førum hevur tað eydnast at skilja partarnar sundur aftur, áðrenn skaði stóðst av.
Klokkan seks í morgun var eitt ferðsluóhapp á Sundsvegnum, har ein bilur rendi á, men bilførarin er rúymdur av staðnum. Honum leitar løgreglan eftir í løtuni.
Ein bilførari er tikin fyri at koyra við kenning og ein hýrivognsførari meldaði eitt viðskiftafólk fyri harðliga framferð.
Løgreglan fer at gera avhoyringar í málinum seinni at vita um viðskiftafólki skal ákærast fyri harðskap
Tvey herverk hava eisini verið. Í Klaksvík er ein rútur brotin og har veit løgreglan, hvør syndarin er.
Í Havn er ein postkassi sprongdur í luftina við einum ordiligum braki og har leitar løgreglan eftir teimum seku.