Telefonirnar ringja óavbrotið og skaðar verða fráboðaðir kring alt landið.
Løgreglan í Havn hevur mannað seg við eyka fólki í dag, tí seinasta tíman hevur telefonin ringt at kalla óavbrotið.
Tað eru skaðar kring alt landið. Nakrir hjallar eru farnir, nakrir garðar og neyst og fjós.
Aftrat tí ringja fólk um ting, sum eru í ferð við at loysna, men ikki eru farin enn, so sum tekjur og húsaklædningar.