Løgreglubilur rendi á

Ein heldur óvanlig sjón møtti fólki á Villingardalsvegnum í Havn í dag.

 

Sum sæst á myndini hevur ein løgreglubilur koyrt av vegnum og rent á eitt stik fram við vegnum.

  

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at løgreglubilurin kom koyrandi niðan eftir vegnum. Í tí, at løgreglubilurin er í ferð við at yvirhála ein annan bil, snarar bilurin framman fyri til vinstru.

- Løgreglubilurin mátti tí snara undan fyri ikki at stoyta saman við hin bilin. Hetta var tað, vit kalla eina "undvigelsesmanøvre," sigur vakthavandi. 

 

Sum rætt er, kom løgreglan á staðið at kanna málið. Bilurin fekk ikki stórvegis skaða og koyrdi løtu seinni víðari. Stikið hevur fingið nakað av skaða. Hvussu høg ferðin á løgreglubilinum var, sigur søgan einki um, men vitni, sum in.fo hevur verið í samband við siga, at ferðin var høg.