Løgtingslimir á arbeiðsferð til Kina

Beint eftir nýggjár fer Vinnunevndin hjá Løgtinginum til Kina á vitjan

Áki Bertholdsen

Ferðin skuldi vera í august, men tað lá ikki fyri tá og tískil er hon útsett til 4. Januar.
Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, heldur, at nettupp Kina er eitt sera forvitnisligt land at vitja, tí har er ein ovurhonds stórur marknaður, har keypikraftin økist alsamt.
Samstundis er sam-hand­ilin ímillum Kina og Føroyar, eisini lutfalsliga stórur, eitt nú keypa kinesarar meiri og meiri laks úr Føroyum og útlit eru til at eisini føroyski útflutningurin til Kina av øðrum fiskavørum, kann økj­ast.
– Kunnu vit fáa eina frí­handilsavtalu við Kina, hevði tað havt sera stóran týdning fyri føroyskt vinnulív.
Alfred Olsen sigur, at umframt at kunna seg um kinesiskt vinnulív, ætlar vinnunevndin eisini at kunna seg umhvørvisvinarligar orku­s­kipanir.
Her verður serliga hugsað um vindmyllur.
– Vit síggja avgjørt fyri okkum, at samhandilin við Kina kann gerast eitt heilt týðandi íkast til føroyska búskapin.
Í føroyska ferðalagnum til Kina er vinnunevndin og føroyski umboðsmaðurin í Keypmannahavn, Sigmundur Isfeld.
Føroyska sendinevndin ger nógv burtur úr ferðini, eitt nú hava tey film við sær á kinesiskum máli, at vísa kinesarum.
Sjey limir eru í Vinnu­nevndini. Umframt Al­fred Olsen, formann, eru tey Bjørt Samuelsen, næst­for­maður, Hanus Samró, Jógv­an Skorheim, Aksel V. Johanne­sen, Bjarni Djurholm og Jan­us Rein.
Men nú Kári P. Højgaard er koyrdur frá sum lands­stýrismaður, tekur hann sæti aftur á tingi og sostatt missur Jógvan Skorheim sín tingsess og sostatt eisini sessin í VInnunevndini. So má bara tíðin vísa, hvussu leikur ferð.
Alfred Olsen sigur, at sjálv ferðin til Kina varar fýra dag­ar, umframt ferðingina og verður mett at kosta einar 130.000 krónur tilsamans.
– Annars eru tað summi, sum ikki vilja vita av sam­handli við Kina, tí at har er so lítil virðing fyri manna­rættindum, men tað fær ikki tykkum ikki at setast aftur?
– Vit eiga altíð at hava eyguni við manna­rætt­ind­um, men tað eigur ikki at forða fyri samhandli, sigur Alfred Olsen.
– Og kanska fáa vit gjørt okkara ávirkan galdandi, at økja um virðingina fyri mannarættindunum í Kina, leggur hann afturat.
Alfred Olsen heldur, at tað ræður um at víðka sjónarringin og tá ið so eisini verður hugsað um vinnuliga partin, sær hann tískil als einki forgjørt í at fara so langt, sum til Kina.