Áhugin fyri íløgum er vaksandi í Føroyum, og kvinnurnar eru einki undantak í so máta.
Hetta prógvaði Føroya Sparikassi á einum temakvøldi um Kvinnur og Pengar, sum var hóskvøldið í høvuðssæti Sparikassans í Havn. Ikki færri enn 160 kvinnur vóru við á temakvøldinum, sum man vera hitt fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Hóast kvinnur liva longri enn menn, og tí hava tørv á miðvísari uppsparing og góðari pensjón, so vísa hagtøl, at menn spara meira upp og hava betri pensjónir enn kvinnur. Nógvar kvinnur snýta seg sjálvar fyri meirvinningin, sum kann fáast burtur úr uppsparing og pensjón, og tað var meginorsøkin til, at vit skipaðu fyri hesum temakvøldinum, siga Margareth D. Djurhuus og Eva Nolsøe, pensjóns- og íløguráðgevar í Føroya Sparikassa, ið vóru millum fyriskipararnar.
Í stuttum var temakvøldið eitt bland av álvara og gaman. Ráðgevar úr Sparikassanum kunnaðu um pensjónir, íløgur og onnur fíggjarviðurskifti. Løgfrøðingarnir, Anna Dam og Gunn Ellefsen, komu við nøkrum løgfrøðiligum sjónarmiðum um, hvussu kvinnur kunnu tryggja seg fíggjarliga. Skemtið, ið snúi seg um nýmótans kvinnuna, stóðu Sjúrður Skaale og Bárður Persson fyri.
Fyri at geva kvinnunum møguleika at royna, hvussu pengarnir kunnu sendast út at arbeiða, hevur Føroya Sparikassi stovna ein íløguklubba fyri kvinnur. Enn hevur klubbin ikki fingið navn, og á heimasíðuni www.sparikassin.fo er ein navnakapping, har øll kunnu vera við. Vinningurin er 10 partabrøv í Sparikassanum.
Seinastu mánaðirnar hevur Sparikassin skipað fyri einari røð av temafundum, og fundurin um kvinnur og pengar var hin nýggjasti í røðini.