Hon byrjaði sum praktikantur í Vero Moda mánadagin 19 februar, og skal vera har í 2 vikur.
Hon valgdi Vero Moda tí at henni dámar sera væl klæðir, og vildi prøva arbeiðið.
Hiðartil hevur henni dáma sera væl. Arbeiðsfólkini hava tikið sera væl ímóti henni, og hon hevur longu lært nógv um handilin.
Hon skal møta hvønn morgun kl 9.00 og fær fríð kl 17.30.
Hon byrjar dagin við at støvsuga allan handilin, og síðani skal hon pussa speglini í umklæðingarrúminum, restina av degnum gongur hon rundt í handlinum og ruddar upp í klæðunum, og tekur fyri frá kundum.
Sjálvt um henni dámar hetta arbeiði sera væl, so er hetta ikki eitt arbeið sum hon hevði tíma haft í longri tíð.
-Hetta arbeiðisplássi krevur ikki tað stóra av einum persóni, og her alt ov líti av avbjóðingum. Men hetta er naka sum eg bara vildi prøva, og tað hevur verði ordiliga skeg", sigur hon.
Tá ið Silvia er ligu við 10 flokk, ætlar hon sær inn á Kamsdal í student. Hon roknar við at taka sær eitt ár fríð aftaná student, kanska fer hon ein Interrail túr við einari venindu.
Aftaná eitt ár frí ætlar hon sær niður at lesa til djóralækna.
Hon elskar djór, og orkar ikki fyri at síggja djór pínast og vil tí verða før fyri at hjálpa teimun. Hon heldur eisini, at tað ljóðar sera spennandi.
Inni í The Body Shop, stendur eisini ein praktikantur; Sóley Magnussen úr Lamba. Hon gongur eisini í Runavíkar skúla.
Hon skal eisini verða í praktik í tvær vikur. Hon hevur nú verið í eina viku, og henni dámar sera væl.
Hon bleiv væl móttikin fyrsta dagin hon kom, og tær hava verði sera blíðar við hana.
Hon valgdi at fara í praktik í The Body Shop, tí at hon vildi læra meira um vørurnar sum Body Shop hevur. Og hon ætlar sær at verða skurðlækni, og tá skal ein duga at verða reinligur, og tað lærur hon eisini um í The Body Shop.
Síðani hon byrjaði hevur hon vaska nógv, tí at í The Body Shop leggja tey stóran dent á at alt skal verða reint og ruddeligt. Hon hevur eisini lært at smyrja sær sjálvum og ørðum, hetta heldur hon verða sera skeg.
-Mær dámar sera væl at vera her, men hetta er ikki ordiliga tað sum eg vil. Men eg haldi at tað gott at ein kan sleppa út í praktik og royna ymisk arbeiði. Men hetta hevur ikki broytt mína meining, eg vil enn verða skurðlækni"
Tað er sera gott at fólkaskúla næmingar kunnu sleppa út í praktik, tí at tað hjálpir teimun sum ikki vita hvat tey skullu, at seta sær mál, og finna útav hvat tey vilja við sínum lívið.