Læra frá norðmonnum

28. og 29. januar skipar Fótbóltssambandi fyri venjaraskeiði, sum er ætlað føroysku venjarunum, sum partvíst eisini er ætlað leiðarunum í ymsu feløgunum

Skeiðið, sum er ætlað verandi venjarum, verður hildið í hølunum hjá Tryggingarsambandinum inni í Runavíkini.

Skeiðleiðari verður norðmaðurin, Bjørn Hansen, sum dagliga er talentvenjari hjá norska stórfelagnum, Rosenborg, umframt at hann er venjari hjá norska U-21 landsliðnum.

Júst Rosenborg er eitt felag, sum hevur tikið seg fram í stórum seinastu árini, og í løtuni royna teir seg í Champions-League, har tað er eydnast teimum at koma víðari frá fyrra bólkaspælinum.


Stór framgongd

Lagt verður til brots fríggjakvøldið, og leygardagurin verðru so allur avsettur til skeið, fyrilestrar og venjingar.

Seinastu árini hevur nógv verið tosað og gitt um, hvør atvoldin til framgongdina og styrkina hjá Rosenborg hevur verið. Fyrr vóru tað serliga Brøndby og IFK Gøteborg, sum umboðaðu Norðanlondini í altjóða høpi, men seinastu árini er Rosnborg farið langt fram við teimum báðum.

Líkt er tí til, at bæði venjarar og ítróttarleiðarar í Føroyum kunnu læra nógv av arbeiðsháttinum hjá Rosenborg, og tí hevur fótbóltssambandið gjørt av, at bæði venjarnar og umboð fyri feløgini kunnu vera við á skeiðnum.

Tann parturin, sum viðvíkur umboðunum hjá felagnum er ein fundur um »Rosenborgs Filosofi«, sum verður fríggjakvøldið kl. 20.00, meðan skeiðið fyri venjarar fevnir um bæði fríggja- og leygardagin.

Harumframt fevnir skeiðið eisini um venjingarhættirnar hjá norska stórfelagnum, og fevir hesin partur um bæði ástøðiliga og praktiska undirvísing.

Sum nevnt, so er Bjørn Hansen eisini venjari hjá norska U21 landsliðnum, og sigur hetta ikki so lítið um tær dygdir, sum venjarin hevur.

Tað er jú ikki bert Rosenborg, sum hevur havt stóra framgongd seinastu árini. Norskur landsliðsfótbóltur hevur eisini tikið seg nógv fram, og hóast Drillo (Egil Olsen) hevur fingið stóran part av heiðrinum fyri hetta, so hevur hann sjálvsagt ikki verið einsamallur um arbeiðið.

Frægu úrslitini seinastu tíðina eru eitt úrslit av langsiktaðari og miðvísari venjing, sum er løgd til rættis fyri fleiri árum síðani, so ivaleyst kunnu føroysku luttakararnir læra eitt hvørt frá norska starvsfelaga teirra, sum síðani kann verða føroyskum fótbólti at frama.

Skeiðið er ókeypis, og skal FSF hava boð um luttøku í seinasta lagi hósdagin 20. januar.