Tey, sum tóku læraraprógv í 1917 vóru: Anna Elisabeth Olsen, Tórshavn, Anne Helene Bjarnadal, Tórshavn, Einar Edvard Hildebrand Skaalum, Hvalba, Eliesar Hans Jacob Laurits Poulsen, Gøtugjógv, Elieser Andreas Reynberg, Funningur, Hjalmar Waag, Klaksvík, Johan Kallsoy, Eiði, Johan Henrik Danbjørg, Porkeri, Kristian Frederik Bjarnadal, Stykkið, Magnine Debes, Kollafjørður, Poul Titus Samuelsen, Kirkjubøur, Poul Olsen, Eiði, Poul Enok Ole Jacob Andreas Hansen, Norðragøta, Poul Frederik Joensen, Sumba, og Zacharias Sørensen, Kirkja.
15 lærarar fingu prógv í 1917, 12 dreingir og 3 gentur. Á myndini eru 12 dreingir, 2 gentur og lærarin.
Tey einastu vit kenna á myndini eru: Aftasta rað nr. 2 f.v. er Hjalmar Waag, Klaksvík, og uttast t.h. er Zacharias Sørensen, Kirkja. Í fremru røð eru f.v.: nr. 1 Johan Henrik Danbjørg, Porkeri, og nr. 2 er Poul Enok Hansen, Norðragøta, næst uttast t.h. er Johan Kallsoy, Eiði.
Um onkur av lesarum okkara kann hjálpa okkum við at fáa røttu nøvnini á røttu persónarnar, og siga okkum hvør lærarin er, er viðkomandi vælkomin at ringja til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647.
Sóknast eftir mynd av lærarum frá 1929
Er tað onkur, sum liggur inni við myndini av lærarunum, ið tóku prógv í 1929?
Tey, sum tóku læraraprógv í 1929 vóru: Andreas Andreasen, Vestmanna, Anna Sofía Petersen, Velbastaður, Elisabeth Andreasen, Tórshavn, Hans Mikael Jacobsen, Kirkja, Hans David Petersen, Vágur, Helga Johild Sofía Øregaard, Kvívík, Jacob Pauli Sofus Follend, Vestamnna, Jacob Heinesen, Kunoy, Johan C. F. Olsen, Tórshavn, Johanne Zacharia Jacobsen, Fuglafjørður, Napoleon Nolsøe Petersen, Sørvágur, Nicolai Herman Sofus Poulsen, Kirkja, og Olaf Frits Krossteig, Leirvík.
Um onkur av lesarum okkara eigur myndina av hesum lærarafólkunum, so vinarliga sigið frá hjá Birgari Johannessen á tlf. 314647 ella 214647.