Lærararnir á Vinnuhásúlanum vilja hava at vita, hvør sigur satt um játtan og sparing, skúlastjórin ella fíggjarnevnd Løgtingsins Felagið hjá lærarunum hevur sent Hans Johannes á Brúgv, skúlastjóra, í sambandi við bræv, sum stjórin hevur sent tveimum av limum felagsin. Felagið vísir á, at í brævinum skrivar stjórin, at skúlin fær minni pening til lønir á verandi fíggjarlóg og má tí spara.
Felagið hjá lærarunum sigur, at tetta, sum stjórin skrivar, er í andsøgn við tað, sum ein samd fíggjarnevnd staðfestir, eftir at stjórin sjálvur saman við landsstýriskvinnuni var til samráð í fíggjarnevndini tann 25. febr. 2009.
Fíggjarnevndin staðfestir: ?Nevndin var samd um, at niðurstøðan av samráðnum við Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi Vinnuháskúlanum var, at uppsagnirnar á Vinnuháskúlanum ikki vóru avleiðingar av, at fíggjarnevdin hevði skorið av tann í fíggjarlógaruppskotinum ætlaða vøkstur.?
Undir viðgerð av tingmáli nr. 104/2008 tann 11. mars 2009 nevndu fleiri fíggjarnevndarlimir m.a. Bjørn Kalsø, Anfinn Kallsberg og Bill Justinussen, at lønarjáttanin til Vinnuháskúlan var hækkað 1,1 mió. kr. í 2009.
Tann 11. febr. 2009 varð í løgtinginum fleiri ferðir nevnt í sambandi við munnligar fyrispurningar, at játtan skúlans til lønir var 14,021 mió. kr., og at játtanin var nóg stór til verandi virksemi á skúlanum.
Út frá hesum spyr felagið stjóran, hvørjum tað skal trúgva - honum ella Løgtingsins fíggjarnevnd.