FØROYAR?SKOTLAND
Størsta og mest sannførandi avrikið nakrantíð á føroyskari grund (stríðssigurin í Landskrona fyri tólv árum síðani telur harvið ikki við). Eygnavitnini kunnu ikki annað enn skriva undir uppá, at føroyska avrikið ímóti Skotlandi var fantastiskt.
Og so er tað líka mikið, um skotar sigast at vera í aldudali. Tað var David ímóti Goliath. Tað var tann minni, sum setti dagsskránna, og tað vóru áskoðararnir hjá Føroyum, sum frá fyrsta bríksli og mest sum alla tíðina høvdu tað nógv stuttligari.
Føroyska liðið er á veg uppeftir altjóða styrkislistanum, og skotarnir eru í fríum falli. Leygardagin krossaðust vegirnir, og um gongdin verður tann sama, sum hon hevur verið, so er møguleiki fyri trimum stigum í Glasgow komandi ár!
Fyri átta árum síðani fóru føroyingarnir ikki heilt misnøgdir úr Glasgow, tí tað hevði eydnast at fáa eitt mál. Ta ferðina var úrslitið 5?1 til heimaliðið. Leygardagin bóru áskoðararnir føroyska liðið av vøllinum við lógvabrestum, og tað vóru allar góðar orsøkir til tað. Úrslitið var 2?2. Men kortini var tað ikki so undarligt, at bæði spælararnir og øll hini høvdu eitt sindur ilt við at vera ovurfegin.
Fyri trimum árum síðani syrgdi Hans Fróði Hansen við stútara í evstu løtu fyri, at tað endaði 1?1 ímóti Skotlandi. Ta ferðina vunnu Føroyar eitt stig, og tað var mest stuttligt allar síðstu løtuna og aftaná, at dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
Hepnari enn loyvt er
Hesa ferð vóru tað skotar, sum við tveimum málum í 2. hálvleiki vunnu eitt stig. Í ein tíma lúrdi heimssensatiónin, og úti í heimi, har tey fylgdu gongdini á Svangaskarði, spískaðu teir blýantarnar.
Hetta vóru tað allar orsøkir til. Tað var føroyska liðið, sum tilspældi sær uppløgdu málmøguleikarnar, og eydnan var betri enn skilið hjá skotunum, sum tóktust vera sum flugur í fløsku og harvið búnir til totala kollsigling.
Tíðliga í 2. hálvleiki hevði John Petersen ein nógv størri møguleika, enn teir báðir vóru, sum hann skoraði uppá. Eftir innkast frá Pól Thorsteinson til Fróða Benjaminsen og eitt tvey samanspæl millum John Petersen og Jákup á Borg í høgru, gjørdist John ? sjey metrar úr málinum og við totalt útspældum málverja, fullkomuliga blankur, men bólturin fór uppum.
Ein lítil óslætti var orsøkin til, at støðan ikki gjørdist 3?0, og at kjaftbandið harvið ikki varð bundið um. Seinni vóru aðrir møguleikar at avgera. Tað kunnu Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum og Rógvi Jacobsen skriva undir uppá.
Skotar høvdu tríggjar royndir ímóti málinum, og harumframt fingu teir tvey mál. Í tí fyrra førinum var talan ikki um upplagdan málmøguleika, men heldur um hepni. Poul Lambert, sum í 31 landsdystum ongantíð hevði skorað, royndi eftir innkast í vinstru og stút út frá av brotsteigarmarkinum. Bólturin rakti fyrst í fótin á David Weir og so í Jón Róa Jacobsen. Nógv fólk var fyri, og Jens Martin hevði ongan livandi møguleika at síggja, hvat gekk fyri seg, og so var mál.
Tá var ein tími farin. Skotar spentu álopsbogan. Teir skiftu miðvallarar inn fyri verjuspælarar, og eina løtu var føroyska liðið undir trýsti. Miðvøllurin datt longri aftur, og skipaða spælið, sum hevði verið so sannførandi og við nógvum luttakarum frammarlaga á vøllinum, fánaði.
Men føroyska manningin kom afturíaftur, og tí var tað eyka harmuligt, at skotar megnaðu at javna, tá teir fingu ein einasta møguleika, meðan føroyingar misnýttu fleiri.
Barry Ferguson gjørdist púra leysur mitt fyri, eftir at innskifti Stephen Crawford hevði latið diagonalsendingina hjá Stephen Crainey úr vinstru fara framvið sær. 2?2, og einki undur á, at kenslan millum føroyingarnar var, at okkara lið heldur hevði tapt tvey stig, enn at teir høvdu vunnið eitt stig.
Rætta lagið alla staðni
Føroyska liðið var fullkomuliga óimponerað. Við tveimum málum fyrstu trettan minuttirnar syrgdi John Petersen fyri, at alt trýstið varð lagt á Skotland. Í báðum støðunum, sum bóru mál við sær, var tað føroyskt hugflog, áræði og sjálvsálit, sum við saft og kraft so rudduliga settu gestirnar uppá pláss.
Tað er søga, tá føroyingar sparka bólt, meðan mótstøðumenninir spæla fótbólt. Tíðin er farin, tá føroyingar grava seg niður og bara dúva uppá snarálop. Jens Kristian Hansen tamdi í vinstru, snýtti ein mótstøðumann og skar inn í vøllin, áðrenn hann sendi í høgra borð. Framúr væl upplagdi Jákup á Borg, sum dusaði sær á kúfóðrinum, ið skotar vóru so vinarligir at geva honum, dró og sendi í brotsteigin.
Kring skotska málið vóru ikki færri enn fýra føroyingar ? Hjalgrím Elttør, Christian Høgni Jacobsen, Julian Johnsson og so John Petersen. Christian Dailly og David Weir megnaðu ikki at taka sær av Petersen manninum, sum við fremra stólpan og ímillum teir báðar við høvdinum stútaði í kassan aftanfyri Robert Douglas. Hetta var fimti landsdysturin hjá skotska málverjanum, og hetta var fyrsta málið, sum fór ígjøgnum hjá honum.
Hetta var í 7. minutti, og góðar fimm minuttir seinni lá bólturin aftur í netinum. Uppspælið líktist nógv tí í fyrra førinum. Bóltspælarin og stríðsmaðurin Fróði Benjaminsen steðgaði álopsroynd hjá hjálparleysu skotunum. Samstundis sum hann spældi Jákup á Borg í høgru, streyk Christian Høgni Jacobsen avstað út í sama borð at yvirlappa. Jákup var eitt sindur kroystur av tveimum, men við genialari fintu sletti hann teir av sær, áðrenn hann næstan rakk ímóti baklinjuni. Innleggið lá longri úti og aftari í brotsteiginum, enn tað gjørdu fyrru ferðina. Men tað bilti ikki hjá John Petersen. Við vinstra fóti stýrdi hann bóltinum inn við handara stólpanum. Føroyska legan á og kring vøllin var øll sum hon var við at fara uppfrá, og Berti Vogts og hansara menn vóru fullkomuliga skelkaðir.
Allir bjóðaðu seg til
Føroyingar fluttu bóltin væl ímillum sín. Tað tóktist vera størsta sjálvfylgja at taka bóltin niður, og tað var lætt at spæla til viðspælarar, tí tað vóru alla tíðina fleiri møguleikar.
Aftur og aftur eydnaðist tað føroysku spælarunum umvegis Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen í ytstu verjuódnunum og Julian Johnsson og Fróða Benjaminsen á sentrala miðvøllinum at fáa álop í lag, og tað gekk sum eftir ánni, tá Jákup á Borg í høgru hevði so góðar møguleikar at bjóða seg til í álopspartinum.
Skotar royndu at seta ferðina upp, men tað eydnaðist ongantíð at fáa tak á, og í 1. hálvleiki hevði Skotland bara tverir møguleikar. Í fyrra førinum ruddaði Jón Rói Jacobsen burtur á strikuni, eftir at teir høvdu lyft uppum Jens Martin, sum kendi seg noyddan at leypa út. Í seinna førinum smekkaði Allan Johnston (Óli Johannesen og Jón Rói hildu hann fyri tað mesta í sera stuttum tjóðri) til úr stuttari fjarstøðu, men tíbetur fór bólturin dygst framvið málinum.
Føroyingarnir vóru alla tíðina teir stinnaru í nærdystunum, og eftir at Skotland hevði minkað um munin, foldaðu føroysku spælararnir seg orduliga út. Arbeiðssemið var framúr, Julian og Fróði vóru krumptappurin, okkara stóðu mát við hinar í luftspælinum, Óli Johannesen ofraði seg fullkomuliga, tá hann ruddaði burtur til horna, eftir at Jens Martin hevði hálvbjargað langskotsroynd, og áskoðararnir sótu sum á nálum. Tað er ikki heilt rætt, tí eingin sat niðri. Tað var spennandi, og tað var hugaligt.
Góður bonkur
Møðin gav seg til kennar. Men bonkurin vísti seg at vera betri, enn hann hevur verið. Heðin á Lakjuni, Andrew av Fløtum og Rógvi Jacobsen ofraðu seg í verjupartinum, og tað var sera harmuligt, at tað ikki eydnaðist Andrew, Rógva ella Hjalgrím at skora sigursmálið. Teir høvdu við brestin verið seldir av landinum, og altjóða miðlarnir høvdu fingið sensatiónssøguna, sum teir bíðaðu eftir.
Men Andrew fekk dygst undir málinum ikki snara sær á, eftir at Julian Johnsson hevði longt innkast, Rógvi Jacobsen sendi eftir uppspæl í høgru og innlegg til handaru síðu í brotsteiginum við høgra beini framvið handara stólpanum, og Hjalgrím Elttør var tvær ferðir óheppin. Í øðrum førinum miseydnaðist temjingin eftir innlegg úr høgru, og í hinum førinum tveitti Robert Douglas seg og fekk akkurát hondina á.
Eingin ivi er um, at virðingin fyri føroyska landsliðnum er økt. Einki miðal europeiskt lið við virðing fyri sær sjálvum fer at koma til Føroya við tí hugburðinum, at øll stigini bara skulu heintast við kassa eitt. Um føroyska liðið allar 90 minuttirnar stríðist og spælir við tí íblástri, tyngd, skjótleika, bóltførleika og sjálvsáliti, sum tað gjørdi ímóti Skotlandi, so sær framtíðin ljós út. 4?4?2 spælskipanin stóð sína roynd, men einki er so gott, at tað ikki kann gerast uppaftur betur. Onkra løtuna var í so langt ímillum keturnar, og tað kom meiri enn so fyri, at uppbakkingin ikki var nóg góð, tá sentralu miðvallararnir vágaðu sær langt fram. Men hetta eru viðurskifti, sum tað eigur at verða arbeitt miðvíst við, og tað er hugaligt, at møguleiki eigur at vera fyri uppaftur betri avriki.
Gamaní vóru føroyingar vónbrotnir, eftir at Skotland hevði javnað til 2?2. Men tað hevði verið ræðuligt, um skotar fóru við øllum. Minnini frá fyri fýra árum síðani spøktu. Tá føroyingar í oktober 1998 komu úr Letlandi og til Skotlands við 0?0 í sjáttuni, høvdu skotar akkurát spælt á heimavølli ímóti Estlandi. Estlendingar løgdu seg á odda 2?0, men skotar vunnu 3?2. Sigursmálið skoraðu teir í síðstu løtu.
Tíbetur var talan ikki um endurtøku hesa ferð. Føroyska liðið var nógv nærri sigrinum. Men hvør hevði hitt mikukvøldið í oktober fyri átta árum síðani droymt um, at føroyingar so skjótt skuldu verða hálva vegna misnøgdir við javnleik ímóti teimum, sum júst høvdu spælt Føroyar sundur og saman og vunnið uppiborið 5?1?
Tá var føroyskur fótbóltur mitt í altjóða lærutíðini. Leygardagin varð rudduliga staðfest, at lærutíðin er væl og virðiliga liðug. Nú eru føroysku spælararnir sveinar.
Tað er hugmóðugt at droyma um, at sveinararnir skulu arga fleirfaldu meistararnar úr Týskalandi. Men um Týskaland í næsta mánað skal vinna væntaða sigurin, so skulu teir spenna seg út, og sjálvandi skulu litavar eisini gera tað. Um teir ikki fara at gera tað, so hava føroysku sveinarnir førleikan at hótta teir!