Lýsa eftir granskingarætlanum innan fiskivinnu

   

Fiskivinnuroyndir fer undir nýggja skipan við Vinnugranskarum. Væntandi fer hetta tiltak at viðvirka til at fer kemur á menningararbeiði í fiskivinnufyritøkum.
Fiskivinnuroyndir lýsa í hesum døgum eftir umsóknum til granskingar- og menningarverkætlanir í 2004. Hesu fer er møguligt hjá fiskivinnufyritøkum á sjógvi og landi á fyrsta sinni at søkja um at fáa ein Vinnugranskara settan í eitt 3 ára skeið. Hugskotið er, at gera tað møguligt hjá fyritøkum innan fiskivinnuna á sjógvi og landi at seta fólk til at taka sær av menningaruppgávum í fyritøkuni.
Allar leiðslur liggja inni við bæði hugskotum, tankum og ætlanum - niðurskrivaðar ella ikki - um hvønn veg menningin í fyritøkuni skal fara. Men sjáldan hava leiðslurnar tíð til at arbeiða fyri at fremja hesi hugskot og ætlanir í verki. Vinnugranskaraskipanin ger hetta nú møguligt.
Vinnugranskarin verður eitt slag av menningarleiðara í fyritøkuni ella í einum samtaki av fyritøkum. Arbeiði hjá vinnugranskaranum skal hava støði í menningarætlanunum hjá fyritøkuni og liggja innan fyri raðfestu økini hjá Fiskivinnuroyndum. Arbeiðið verður bæði av vísundaligum slagi og skal verða viðkomandi fyri menningina av fyritøkuni.
Umframt vinnugranskaraskipanina hevur Fiskimálaráðið fyrr játta pening til at stovnseta granskingarkjarnar í samarbeiði við almennar stovnar. Talan er um gransking innan Fiskitøkni Lívtøkni og Virkingartøkni. Kjarnarnir eru um at fara í gongd.
Ætlanin er at Vinnugranskarnir og granskingarkjarnarnir fara at samstarva og harvið verða við til at lyfta granskingina og vinnumenningina uppá eitt hægri og meira viðkomandi støði fiskivinnuni at frama.