Lítil grind legði beinini

Tíðliga mánamorgunin fann ein bátur úr Lopra eina grind uttanfyri grótkastið á Vágsfirði. Har lá hon og grindaðist við aliringarnar.

Báturin, ið fann grindina, ætlaði eftir náta, tá hann kom fram á grindina.

Grindin varð rikin inn á Vágsfjørð, har hon legði beinini.

Talan var um lítla grind, eini 17 vóru hvalirnir í tali, og vóru teir flestu smáir. Býtt varð millum fólk í bátunum og grindamenninar á landi.

Myndin er tikin um átta tíðina mánamorgunin, og tá høvdu nærum allir hvalirnir lagt beinini. Umframt skjóttgangandi bátar, so sást mánamorgunin eisini onkur av gomlu grindabátunum í Vági. At síggja árabát í grindadrápi er í dag forkunnug sjón, men vágbingar hava tikið saman lógvatak fyri at varðveita gomlu bátarnar, og enn eru teir at síggja, tá okkurt er á vási.