Lív málar sítt innara landslag

Listaframsýning
Frá klokkan fýra seinnapartin sunnudagin og fram til klokkan ellivu sunnukvøldið sýnir Lív Ejdesgaard, ættað úr Oyndarfirði og bústiandi í Esbjerg, fram málningar í skógvahandlinum Sju og klædnahandlinum Trendfloore í Runavík. Hetta er fyrsta sjálvstøðuga framsýning hjá Lív í Føroyum.
Hon hevur sýnt fram tríggjar ferðir í Danmark fyrr og seinasta framsýningin var útseld, longu ein hálvan tíma eftir at hon hevði latið upp.
Lív sýnir fram 20 smærri landslagsmálningar sum kína hennara innaru myndum. Og fyri at orðið innaru myndir ikki skal gerast ov fremmant, so kann tað vera myndirnar tú sær fyri tær í dreymum, og sum síðan koma fram aftur í tilvitskuna, tá íð málningapensilin liggur í hondini.
“Íblásturin til at mála kom knappliga. Eg fekk nøkur jólakort, sum fjølbrekað fólk høvdu málað. Hetta vóru fólk uttan hendur. Tey høvdu málað við ørmunum, føtrunum ella munninum. Eg hugsaði, at tá íð tey kundu mála, so kundi eg eisini. Eg byrjaði við tekningum. Eg arbeiði sum frisør í Esbjerg hálva tíð, og tí fekk eg høvi at luttaka á einum listaskúla í Esberg í dagtímunum.Síðani havi eg eisini luttikið á einum listaskúla í Holbæk, sigur Lív Ejdesgaard.
-Eg máli abstrakt við einum ísletti av landsløgum upp í. Fólk siga, at málningarnir líkjast landslagnum í Føroyum. Tað hugsi eg slett ikki um. Kanska mítt innara landslag er evnað til av barnaárunum í Føroyum, men tað eru ikki fjøll eg síggi fyri mær, tá íð eg máli. Tað eru litirnir og at fáa teir at hanga saman sum telir. Eg veit ongantíð hvar ein málningur endar, tá íð eg farið undir hann, sigur Lív Ejdesgaard, sum hevur búð í Danmark seinastu 20 árini.
Framsýningarhølið er eitt sindur óvanligt fyri eina listaframsýning. Talan er um ein handil, sum eru í tveimum og sum selir tað allar hottasta innan mótaklæðir og skógvar. Ein gøtumaður sum eitur Hans stendir fyri mótaklæðunum og stórasysturin hjá listakvinnuni, Sólgerð Leivsdóttir, stendur fyri søluni av teimum modernaðu skógvunum.
Høvi verður at fáa eitt prát við Lív undir listaframsýningini, sum er tíðaravmarkað til teir sjey tímarnar sunnudagin. Har verður eisini kaffi og smákøkur at fáa í umhvørvinum av feitum klæðum, leðurroyki av frískum skógvum og anganum av terpenti og oljumáling.


Myndatekstur:
Lív Eidesgaard avmyndað frammanfyri kirkjuna í Oyndarfirði mikudagin við tveimum av málningunum, sum hon sýnir fram í handlunum hjá Sju og Trendfloore i Runavík sunnudagin.
Mynd: Jón Ingi Ejdesgaard