STÓRIGARÐUR: Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot at farið undir at laðað Stóragarð upp aftur, har tað ber til? Norðasti partur av garðinum stendur so prýðiligur uppi enn.
Tórshavnar kommuna er 100 ár í ár, og kanska liggur okkurt oyra frá hundraðárahaldinum eftir á kistubotninum!?
BØGARÐAR OG GRÓTHÚS: Hugaligt at síggja bøgarðar og gróthús í Húsavík og gróthús við Leitisvatn. Vit mugu heldur ikki gloyma grótbygningarnar í Havn, sum argjamenn laðaðu í síni tíð.
Grótgarðurin rundan um prestagarðin í Sandagerði átti at verið eitt sindur hægri. Aðrir grótgarðar har á leið kundu eisini trongt til eina bøtandi hond. Kundi annars ikki meir verið gjørt við at laðað gamlar grótgarðar / bøgarðar upp aftur í kommununi?
Hvussu við at laða bøgarðarnar á Argjum upp aftur? Hvat er annars kommunalt, og hvat er privat? Harmiligt at síggja gongugøtur verða lagdar so tætt upp upp at gomlum, niðurrapaðum bøgørðum, at tað ikki ber til at laða garðarnar upp aftur!?
Eg tori ikki at nevna, hvat hendi við fornu bøgørðunum, sum hoyrdu til spitalska sjúkrahúsið á Argjum!!
E.S.: Man ætlaða arbeiðið við at opa Havnará fara í gongd í hesum hundraðáraárinum?
Við grótlaðingarkvøðu
á Argjum í haruskjóting 2009