- Seint í heyst myndaði Sørvágs kommuna eina byggiskrá, sum skuldi seta sjøtil á at fáa nýggja ítróttahøll í Sørvági – eitt stórt og eftirspurt íløguverk, sum hevur verið ávegis í nógv ár.
Soleiðis siga tey í Sørvágs kommunu í dag.
- Arbeiðið skuldi fevna um at sniðgeva og byggja nýggja ítróttahøll í Sørvági við øllum hentleikum og rúmum, ið skulu til fyri, at ein høll skal kunna brúkast.
Í Sørvágs kommunu siga tey, at fyrsti partur av høllini, sum skal byggjast, er sjálvur hallarbygningurin. Eftir hetta er ætlanin at gera uttanumøki og parkeringsøki.
Fýra tilboð komu inn upp á arbeiðið, sum hevur verið útboðið, og tey eru soljóðandi - uttan meirvirðisgjald:
Kanjon: 43.500.000,-
J&K: 43.843.920,-
Norðhús: 43.995.000,-
Articon: 61.160.044,-
- Ein dómsnevnd verður sett beinanvegin til at taka støðu til innkomnu tilboðini, og meira verður at frætta, tá tilmælið frá nevndini kemur, siga tey í Sørvágs kommunu í dag.











