Lagnuár: Hesir tónleikarar doyðu í 2016

Fleiri stórar popp- og rockstjørnur í altjóða tónleiki doyðu í 2016. Á jólum doyðu bæði George Michael og Status Quo tónleikarin Rick Parfitt, og teir eru teir seinastu røðini, nú 2016 gongur móti endanum.

Aðrir tónleikarar, sum doyðu í hesum árinum, vóru:
David Bowie – 10. januar
Glenn Frey (gittarspælari og sangari í The Eagles) – 18. januar
Paul Katner (stovnari av Jefferson Airplane) – 28. januar
Signe Anderson (fyrsta songkvinnan í Jefferson Airplane) - 28. januar
Maurice White (stovnari av Earth, Wind & Fire) – 4. februar
George Martin (framleiðari hjá eitt nú The Beatles) – 8. mars
Keith Emerson (tónleikari í Emerson, Lake & Palmer) – 11. mars
Merle Haggard – 6. apríl
Prince – 21. Apríl
Scotty Moore (gittarspælari hjá Elvis) – 28. juni
Matt Roberts (fyrrverandi gittarspælari í Three Doors Down) – 20. august
Trille – 18. oktober
Pete Burns (sangari í Dead or Alive) – 23. oktober
Leonard Cohen – 7. november
Leon Russell – 13. november
Sharon Jones – 18. november
Greg Lake (bassistur og sangari í Emerson, Lake & Palmer) – 7. desember
Rick Parfitt (gittarspælari í Status Quo) – 24. desember
George Michael – 25. desember