Laksatorgið verður leygardagin

- Øll eru hjartaliga vælkomin til ein góðan hugnaligan dag fyri alla familjuna

Stóra familjutiltakið, sum Laksatorgið er, verður nú leygardagin á Bakka á Glyvrum.

 

- Í ár eru 25 ár liðin síðan fyrsta laksatorgið, og hesi árini hevur tiltakið ment seg nógv, bæði í stødd, staðseting og innihaldi.

 

Sum vant verður ein hópur av ókeypis upplivingum, bæði til stór og smá.

 

- Stórt sølutorg, alskins matur, tónleikur og undirhald á sjógvi og landi, umframt at Bakkafrost hevur bæði opið hús og skip. 

 

Tað eru Runavíkar kommuna og Visit Runavík, sum skipa fyri Laksatorginum - við góðum stuðli frá Bakkafrost. 

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin til ein góðan hugnaligan dag fyri alla familjuna. 

 

Hjá Visit Runavík siga tey, at tiltakið byrjar klokkan 10 og endar klokkan 16.

 

- Meira kunning um stóra familjutiltakið kann lesast á Facebook-vanganum hjá Laksatorginum.