Laksur telur mest í útflutningstølunum

Minkingin er stór fyri flest øll fiskasløg, meðan tað í mestan mun er alifiskurin, sum vigar positiva vegin. Útflutningstølini vísa framvegis, at vit útflyta minni í ár enn síðsta ár. Samlað útfluttu vit fyri 2,3 mia. fyrstu sjey mánaðirnar í ár móti 2,4 mia. sama tíðarskeið í fjør, tað er 5% minking. Verða skipini ikki tikin við, er minkingin 17%

Nú er útflutningsvirðið av laksi hægri enn fyri nakað annað fiskaslag, og fyrstu 7 mánaðirnar er útflutt fyri 433 mió. av laksi. Somu tíð síðsta ár var tað toskurin, sum hevði størst útflutningsvirði.