Tað hevur verið bíligari at keypt lambskjøt úr eitt nú Ný Sælandi og ður Falkalndsoyggjunum enn úr Íslandi men næsta úr flýgur kiloprísurin av lambskjøti úr teimum olondunum uppeftir.
Lambskjøtið úr Ný Sælandi verður dýrari, tí veturin har hevur verið vánaligur, og mett verur, at 2,8 mió. nýlembd lomb doyði.
- Tað er so nógv, at tað svarar til alla nýtsluna av lambskjøti í Føroyum í 35 ár, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari í Mikladali.
Enn er prísurin ikki hækkaður, men tá ið nýggj vøra kemur í februar, hækkar kiloprísurin væntandi við 15 krónum fyri kilo.
Av tí at minni lambskjøt verður á marknaðinum, fer lambskjøti úr Flakslandsoyggjunum eisini einar 15 krónur upp fyri kilo.
Øskurokið í fjør hevur haraftrat ávirkað útflutningin av lambskjøti úr Íslandi, og av tí sama dýrkaði tað lambskjøtið eisini.