Frank Lampard hevur í kvøld almannakunngjørt at hann aftaná 13 ár í Chelsea, hevur valt at gevast í felagnum. Frank Lampard spældi 648 dystir fyri Chelsea og skeyt 211 mál.
Frank Lampard skifti til Chelsea á sumri í 2001 og hevur verið ein lyklaleikari á Stamford Bridge øll árini. Við Lampard á liðnum hevur Chelsea vunnið Premier League tríggjar ferðir, FA Cup fýra ferðir, Carling Cup tvær ferðir, Europa League einaferð og Champions League eina ferð.
Frank Lampard sigur við skysports í kvøld.
- Tá eg kom til hetta fantastiska felagið fyri 13 árum síðani, hevði eg ikki væntað, at eg fór at spæla so nógvar dystir fyri felagið, umframt at vinna so nógv. Felagið er blivið ein partur av mínum lívið.
Tað er ikki greitt enn, hvar Frank Lampard fer at spæla eftir summarfrítíðina. Hann er fyrr settur í samband við eitt skifti til New York City FC, sum í dag hevur kunngjørt at spanski áleyparin David Villa fer at spæla har eftir summarfrítíðina.
Frank Lampard er við sínum 211 málum mest skorandi leikari nakrantíð í Chelsea FC.