Nýggjur sáttmáli er gjørdur á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað er greitt, eftir at Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgeverafelagið hava skrivað undir semingsuppskotið.
Starvsfelagið hevði kallað saman álitisfólk at viðgera sáttmálauppskotið í morgun, og eftir tann fundin tók nevndi støðu til at skriva undir.
Talan er um ein eitt ára sáttmála, har lønarhækkingin er 7,65 prosent. Lønarhækkingini verður í tveimum, tann fyri 1. oktober í ár, tá almennu lønirnar hækka 4,75 prosent, og so 1. apríl næsta ár, tá lønin hækkar 2,9 prosent.
Orsøkin til at talan er um eitt ára sáttmála er sum skilst, at Starvsfelagið vil samráðast samstundis sum hini feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum samráðast.