Á landsfundi hjá javnaðarflokkinum:Fiskavirking privatiserast sum skjótast

Á Landsfundi hjá javnaðarflokkinum hetta vikuskiftið fekk Dan Petersen, sum hevur verið løgtingsmaður, rættiliga gongd á orðaskiftið, tá ið hann mælti flokkinum til at privatisera Fiskavirking sum skjótast

Privatisering

?Fiskavirking eigur at verða privatiserað sum skjótast.
Hetta hava vit hoyrt fyrr.
Men í hjartanum á Føroya javnaðarflokki, eru hetta nýggir tónar.
Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum í Hvalba kom fram, at flokkurin er ikki fullsamdur um, hvørja lagnu Føroya Fiskavirking eigur at fáa.
Vanliga hugsanin hevur verið, at javnaðarflokkurin er ikki so heitur fyri at privatiserað Føroya Fiskavirking.
Men ein, sum ikki er samdur við hesum er Dan Petersen, sum hevur verið løgtingsmaður fyri flokkin.
Á landsfundinum mælti hann til at Fiskavirking verður privatiserað.
Hann helt ikki, at tað var modernaður, sosialdemokratiskur politikkur nakrastaðni í Vesturevropa, at tað almenna skuldi eiga 40% av høvuðsframleiðsluni í einum landi.
Hann vísti á, at Fiskavirking var ein kreppuloysn og at Thomas Arabo, sum var landsstýrismaður fyri javnaðarflokkin, hevði lagt doyðin á, at tað skuldi upploysast aftur, tá íð tíðirnar broyttust..

Betongkommunisma
?Fiskavirking er betongkommunisma. Tað stendur fyri so stórum parti av fiskaframleiðsluni á landi, at talan er í veruleikanum um monopol. segði Dan Petersen.
Hann segði at veruleikin er tann, at virkini í Fiskavirking bjóða ikki ímóti hvørjum øðrum og sostatt er fyritøkan við til at halda prísinum niðri, tí Fiskavirking letur ein prís fyri fiskin, sum er lægri enn tann, sum aðrir lata.
Dan Petersen segði, at harumframt er tað at kalla bara Fiskavirking í Føroyum, sum tekur ímóti upsa, sum heilt nógv skip fiska.
?Men við síni monopolstøðu heldur fiskavirking prísinum niðri.
Og hann legði afturat, at hendir tað, at eitt skip fer uttanlands, at avreiða, gerst Fiskavirking firtin og kann finna uppá ikki at bjóða upp á lastina hjá hesum skipi næstu ferð, tað skal avreiða.
Dan Petersen segði, at hann hevði hoyrt í javnaðarflokkinum, at verður Fiskavirking privatiserað, verður stúrt fyri, at Eimskip keypir seg inn í tað fyri at tryggja sær flutningin og tað verður til óbótaligan skaða fyri Smyril Line.
? Eg haldi ikki, at javnaðarflokkurin skal hugsa so nógv um Smyril Line, tí tað byggir á handilsligar treytir og tað kendi treytirnar, tá ið tað bygdu Norrønu.
? Og tað er rættiliga illa dámt ímillum fiskimenn, at teir skulu betala prísin fyri at varðveita Norrønu í flotanum.