Landsjúkrahúsið: Royndin at finna semju á B 6 er slitnað

Semingsroyndirnar í ósemjuni um B 6 eru slitnaðar. Nú hava vit sagt síðsta orðið, siga sjúkrasystrarnar


 

Landssjúkrahúsið


?Nú er tað seinasta orðið sagt. vit gera ikki meiri fyri at finna semju, so nú má leiðslan um rest.

Ingun Gaardbo, álitisfólk hjá sjúkrasystrunum á B 6, sigur, at nú vendist ikki aftur í málinum um arbeiðsumstøðurnar á B 6.

Seinnapartin týsdagin lótu sjúkrasystrarnar á B 6 leiðsluni á Landssjúkrahúsinum eitt semingsuppskot um, hvussu ein loysn kundi finnast á trætuni.

Ósemjan um arbeiðsviðurskiftini hava ført við sær, at 18 av teimum 23 sjúkrasystrunum á B 6 hava sagt upp og fara úr starvi 31. desember.

Og tær hava boðað frá, at semingsuppskotið týsdagin er teirra seinasta roynd at finna semju, so at tær kundu fáast at taka uppsagnirnar aftur.

Sjúkrasystrarnar hava kravt 1,8 sjúkrasystir afturat á B 6. Men tað vil leiðslan ikki ganga við til og hevur ístaðin skotið upp, at deildirnar B 6 og B 7 verða samanlagdar og spesialiseraðar. Tað fer at føra betri arbeiðsviðurskifti við sær.

Hetta vilja sjúkrasystrarnar ikki góðtaka treytaleyst.Tær standa fast við, at tær vilja hava fleiri sjúkrasystrar á B 6, men tað seinasta semingsuppskotið frá teimum, sum tær løgdu fyri leiðsluna týsdagin, gekk út uppá, at hendan 1,8 sjúkrasystruin kundi verða sett í tíðaravmarkað starv, til B 6 og B 7 eru umskipaðar.

Tá ið blaðið fór til prentingar á miðdegi í gjár, hevði leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki svarað formliga. Men í loftbornu fjølmiðlunum týskvøldið, gjørdi leiðarin á Landssjúkrahúsinum, Jóannes Erik Køtlum, greitt, at fleiri fólk blivu ikki sett á B 6, heldur ikki í tíðaravmarkað størv.


Seinasta orðið sagt

Hetta var eitt stórt vónbrot fyri sjúkrasystrarnar á B 6.

?Nú gera vit ikki meiri. Vit hava sagt seinasta orðið í hesum máli og uppsagnirnar standa sostatt við, sigur Ingun Gaardbo.

Tískil fara 18 sjúkrasystrar á B 6 úr starvi 31. desember. Men í veruleikanum fara tær úr starvi í morgin, tí tá letur B 6 aftur og skuldi ikki lata uppaftur, fyrrenn 7. januar.

? Vit ætla ikki at brúka meiri tíð upp á hetta málið, tá ið vit eru farnar, eru vit farnar. Tað einasta, sum kann fáa okkum at tosa við leiðsluna á Landsjúkrahúsinum aftur, er at hon kemur við einum púra greiðum tilboði til okkara um at fáa fleiri fólk, sigur álitisfólkið á B 6.

? Nú má leiðslan um rest. Tað, sum nú fer at henda á Landssjúkrahúsinum, má standa fyri hennara rokning, sigur Ingun Gaardbo.

Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orðið á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, áðrenn blaðið fór til prentingar.