Við stórum stavum skrivar Dimmalætting á framsíðuni í gjár, at uttanlandsskuldin minkar í stórum og blaðið heldur fram, at sambært búskaparfrøðingum minkar nettoskuldin til útlandið við rúkandi ferð. Heldur gongdin fram er skuldin burtur um fá ár, sigur blaðið, sum krógvar sannleikan í tí partinum av greinini, sum er skrivaður við vanligum stavum.
Tá nettouttanlandsskuldin verður uppgjørd, verða allar peningaognir føroyinga uttanlands drignar frá bruttoskuldini hjá Føroyum, og soleiðis koma vit fram til hvat nettoskuld føroyinga er uttanlands. Seinastu árini hevur gongdin verið tann, at bankin, sparikassarnir og onnur, hava økt munandi um sínar ognir uttanlands. Samstundis hava kommunur, almennir stovnar og vinnan goldið niður síni lán uttanlands. Hetta førir við sær at nettouttanlandsskuldin gerst minni.
Men uttanlandsskuldin hjá landskassanum er óbroytt. Øll vita og minnast, at í seinastu samráðingunum millum donsku stjórnina og landsstýrið, varð avtalað, at spurningurin um at afturgjalda skuld landskassans til danska ríkiskassan, skuldi takast upp í 1998. Enn hava ongar samráðingar verið um hendan spurning. Sostatt er onki av hesi skuld afturgoldið enn. Og øll uttanlandsskuldin hjá landskassanum liggur sum kunnugt í danska ríkiskassanum.
Størsta heiðurin fyri, at netto uttanlandsskuldin er vorðin so nógv minni, eigur uttan iva Føroya Banki, saman við hinum peningastovnunum. Tað vil siga, at orsøkin til hesa gongdina liggur í tí, at Javnaðarflokkurin saman við øðrum flokkum, vildi leggja rygg til og taka ábyrgdina av at bjarga bankunum og harvið føroyska peningakervinum.
Hetta hoyrdi Javnaðarflokkurin nóg fyri upp undir løgtingsvalið í 1994. Serliga frá sambandsflokkinum, ið segði seg hava loysnirnar, men sum enn ongar loysnir hevur lagt fyri dagin. Ístaðin fyri at afturgjalda skuldina hjá landskassanum hevur sambandsflokkurin nýtt nógvan pening til eina fleirfalding av almennu umsitingini.
Tað, at nettouttanlandsskuldin minkar í stórum og við rúkandi ferð, kunnu vit bert takka teimum flokkum fyri, sum sýndu dirvi og áræði í árunum frá 1991 til 1994. Á odda fyri teimum báðum samgongunum stóð Javnaðarflokkurin. So einfalt er tað.
Tann 15. apríl 1998
Vilhelm Johannesen