Landskrona-dysturin kostaði mær hundrað dollarar úr egnum lumma!

Fótbóltur: Rumenski venjarin hjá HB, Ion Geolgau, hevur upplivað nógv ymiskt í sínum fótbóltslívi

?Mikukvøldið tann 16. november 1983 sótu nógvir fótbóltsáhugaðir danir, eins og føroyingar, frammanfyri sjónvarpsskíggjanum og hugdu spentir at sendingini úr grikska høvuðstaðnum Aten. Har suðuri spældi danska landsliðið móti Grikkalandi, og málið hjá Allani Simonsen hjálpti dønum at vinna 2-0 og fáa pláss í endakappingini í EM 1984, ið skuldi vera í Fraklandi nakrar mánaðir seinni. Avrikið í undankappingini var eitt stórt bragd hjá Sepp Piontek og hansara »rød-hvide« heri. Veitslur í Keypmannahavn og í øðrum donskum býum hildu fram til morgunin eftir. Men Allan Simonsen og teir vóru kortini ikki einastu hetjurnar í europeiskum fótbólti tað kvøldið. Samstundis, í Bratislava, stríddist rumenska landsliðið fyri einum øðrum plássi í endaspælinum móti táverandi Kekkoslovakia. Veðrið var sera ringt, og í tveir tímar undan dystinum máttu tyrlur og hermenn arbeiða hart fyri at koyra kavan og krapan burtur av vøllinum í slovakiska høvuðstaðnum.

Heimaliðið skuldi vinna fyri at kvalifisera seg til finaluna, og fyri rumenar var tað nóg mikið at fáa javnleik. Kekkar og slovakar trýstu nógv, men úrslitaleyst. Og eitt korter eftir at seinni hálvleikur byrjaði, eydnaðist tað tí 22-ára gamla evnaríka miðvallaranum úr rumenska meistarunum, Universitatea Craiova, at leiða sítt landslið framum. Kekkoslovakar góvust ikki, og fimm minuttir fyri leiklok skoraðu teir til 1-1. Men gestirnar megnaðu at halda javnleikin til enda og vinna sær ferðaseðlar til Fraklands og EM 84. Altjóða tíðindatænastur sendu rundt heimin navnið hjá rumenska sigurharranum - Ion Geolgau?

?Hvørki Allan Simonsen ella Ion Geolgau roknaðu hetta kalda heystkvøldið við, at nógv ár seinni fóru teir báðir at binda seg til fótbólt í einum lítlum landi, sum í 1983 als ikki var til á heimsins fótbóltskorti. Sum kunnugt, er Allan Simonsen nú føroyskur landsliðsvenjari, og Ion Geolgau fer saman við sínum núverandi felagi, HB úr Tórshavn, at verja borg ? 1. plássið í lands- og steypakappingunum, sum rumenin vann í fjør á fyrsta sinni sum virkandi venjari í Føroyum.


Sjálvur hevur hann drúgvar landsliðsroyndir

Í dag arbeiða nógvir útlendingar í føroyskum fótbólti, tó at ikki nógvir av teimum eru stór nøvn í heiminum. »European golden ball 77« vinnarin Allan Simonsen er klárt tann kendasti av øllum. Men Ion Geolgau er eisini rættiliga kendur uttanfyri sítt land. HB-venjarin hevði í nógv ár spælt við einum av teimum fremstu feløgum í Rumenia, og hevur drúgvar royndir sum landsliðsleikari.

Ion Geolgau er føddur fyri tríati átta árum síðani í einari lítlari bygd, Pielesti, fimtan kilometrar uttanfyri Craiova, ið er ein av teimum størstu rumensku býunum. Craiova liggur í vestara parti av landinum, og er ein ídnaðarbýur, við nógvum verksmiðjum og enntá sínum Lærda Háskúla. Tað størsta fótbóltsfelagið í býnum hoyrir søguliga til Lærda Háskúlan, sum eisini endurspeglast í tess navni, Universitatea. Hetta er tað liðið, sum HB-venjarin hevur leikt við næstan alla sína yrkisleið.

? Eg spældi mín fyrsta dyst í 1. deild í 1976, fimtan ára gamal. Hetta var eitt slag av meti í rumenskum fótbólti. Og eg megnaði at gerast fastur maður á liðnum beinanvegin, tó at eg misti nógvar dystir orsakað av skaðum.

Okkara felag hevði besta tíðarskeið í síni søgu síðst í sjeyti- og serliga fyrst í áttati-árunum. Vit gjørdust landsmeistarar fleiri ferðir tá, og nógvir leikarar vóru sjálvskrivaðir á landsliðnum. Eg royndi sjálvur landsliðsfótbólt á fyrsta sinni á nítjan ára aldri, tá ið vit vunnu 2-1 á útivølli móti Bulgaria í 1980. Í europeisku kappingunum fingu vit góð úrslit eisini. Eg minnist serliga kappingarárið 1982/83, tá Universitatea eydnaðist at sleppa í semifinaluna í UEFA-steypakappingini. Á vegnum slógu vit fleiri stórfeløg út: Fiorentina við italsku heimsmeistarunum Giancarlo Antognoni og Giuseppe Graziani, Girondins de Bordeaux við fronsku stjørnunum Alain Giresse, Jean Tigana, Marius Tresor og øðrum, og Kaiserslautern, har týski landsliðsspælarin Hans Peter Briegel og kendi svenski málmaðurin Ronnie Hellstrøm leiktu. Í semifinaluni skuldu vit falla fyri Benfica, ið tapti í finaluni ímóti Morten Olsen og teimum úr Anderlecht.

Hevur mist EM 84 í Fraklandi vegna skaðan

Í 1983 kom eisini »stjørnustundin« hjá Ion Geolgau sum leikara. Rumenska landsliðið, sum hann spældi regluliga við, vann sær pláss í endaspælinum í EM 1984 í einum ógvuliga torførum undankappingarbólki við Svøríki, Kekkoslovakia, Kýpros og táverandi heimsmeistarunum úr Italia, sum bert megnaðu at fáa fimm stig í átta dystum og endaðu á fjórða plássi. Kortini lukkaðist tað ikki Ion Geolgau at taka lut í sjálvari endakappingini í Fraklandi.

? Ikki langt áðrenn kappingin skuldi byrja, fekk eg ein ikki so álvarsligan skaða. Eg mátti binda frið nakrar dagar fyri at gerast fullkomiliga frískur aftur. Men okkara venjari, Mircea Lucescu, (ið fyri kortum tapti móti Manchester United í Europeisku Meistarakappingini saman við sínum felagi, Inter Milan, sum hann vandi í ár, áðrenn hann fekk sekkin) noyddi meg skaddan at spæla í einum týdningarleysum vinardysti, og sum úrslit av tí gjørdist skaðan hjá mær nógv størri. Harvið slapp eg ikki til Fraklands saman við mínum landsmonnum og misti mítt fasta pláss á landsliðnum, ið eg ongantíð fekk aftur, sjálvt um eg var bert 23 ára gamal. Í staðin fór tann 18 ára gamli Gheorghe Hagi, ið var á landsliðnum á fyrsta sinni, sum innskiftur í tí minningarríka dystinum í Bratislava, til Fraklands. Eg spældi tó mín síðsta landsdyst fýra ár seinni í juni 1988 ímóti Hálandi, tá ið Marco van Basten og Ruud Gullit fyrireikaðu seg til sigurin í teirri næstu europeisku endarkappingini, ið var hildin í Týsklandi.


Hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur

Ion Geolgau hevði verið verandi í Universitetea til 1990, sjálvt um hann hevði nógv tilboð frá ymiskum vesturevropeiskum stórfeløgum. Men politiska støðan í Rumenia var tann, at tað bar ikki fótbóltleikarum til at flyta av landinum og gerast yrkispælarar burturav. Undir stýrinum hjá Nicolae Ceausescu, kommunistiska aðalskrivara og einaræðisharra í landinum, var tað næstan ógjørligt hjá einum rumena at flyta uttanlands. Tað sama var galdandi fyri ítróttarmenn, sjálvt um summir einstaklingar, til dømis tennisspælarin Ilie Nastase og filmleikastørnan Nadja Comenecs, megnaðu at flýggja úr Rumenia til ávikavíst Fraklands og USA. Og júst eitt ár áðrenn kollveltingini rýmdi kendi verjuleikarin hjá Steaua og landsliðnum, Miodrag Belodedici, til Jugoslavia. Hann var etniskur serbi, og hevði trupulleikar av tí. Eftir at Ceausescu fall, kom Belodedici aftur til Rumenia, og nú spælir hann við Steaua aftur.

? Á pappírinum vóru vit í Universitatea ikki yrkisleikarar. Sum sagt, hoyrir okkara felag til Lærda Háskúlan í Craiova, og nógvir spælarir gingu samstundis til fyrilestrar har. Í 1986 fekk eg sjálvur prógv á Háskúlanum sum útbúgvin búskaparfrøðingur. Millum mínar liðfelagar vóru fleiri útbúnir jarðfrøðingar og lærarar. Tvey onnur stór feløg í høvuðstaðnum, Steaua og Dinamo, hoyrdu til ávikavíst herin og politiið, sum nógv kenna undir navninum »securitate«. Formaðurin í Steaua var Valentin Ceausescu, sonur aðalskrivaran sjálvan. Steaua fekk ómetaliga góð úrslit í Europa síðst í áttatiárunum. Teir vunnu Meistarasteypið í 1986, og trý ár seinni taptu teir í finaluni ímóti AC Milan við van Basten og teimum.


Hitti HB-arar longu fyri fimm árum síðani

Ion Geolgau endaði sínar spælaradagar fyrst suðuri á Kýpros, og so í Belgia, har hann leikti við einum 2. deildarfelagi. Heimafturkomin fór hann á venjaraskúla, og seinni fekk Ion næstformansstarv í sínum barndómsfelagi. Í hesum starvinum var Ion Geolgau á arbeiðsferð í Føroyum í 1993, tá ið Universitatea Craiova vann 7-0 samanlagt á HB í UEFA kappingini. Á teirri ferðini kom hann at kenna Jógvan Páll Lassen, sum Ion hevði havt samband við síðan tá.

? Eg fekk at vita um Føroyar, sum nógv onnur, tað mikukvøldið í september 1990, tá eg spældi sjálvur á Kýpros. Liðskiparin hjá okkum, sum væl dámdi at skemtast, fór til mín og segði brosandi: »Veitst tú hvat? Faroe Islands vunnu í dag á Eysturríki«. Sjálvsagt trúði eg honum ikki. Tá bjóðaði hann mær at vedda 100 amerikanskar dollarar. Eg tók yvirfegin ímóti hesum uppskotinum. Og tað er ringt at ímynda sær, hvussu eg var tikin á bóli, tá tað vísti seg, at mín mótstøðumaður hesa ferð var púra sannorðaður! Soleiðis kostaði tað at finna Føroyar mær pengar úr lummanum! Tað er eisini tí, at eg seinni fekk serligan áhuga fyri fótbólti í hesum fjarnskotna landinum og til endans gjørdi av at koma higar og skriva undir sáttmala við HB.


Sær nógvar evnaríkar unglingar í Føroyum

Ion Geolgau roknaði ikki við, at stigið hjá føroyskum fótbólti var so høgt, tá hann kom til Havnar at arbeiða í fjør. HB-venjarin heldur, at tað ber ikki til at samanbera styrki á sterkastu feløgum í landinum í dag og fyri fimm-seks árum síðani.

? Vit spældu ímóti HB í 1993 og høvdu als ikki nakrar trupulleikar í teimum dystunum. Nú eru føroyskir leikarar betri fyri næstan á øllum økjum. Teir venja meir, tí eru teir blivnir kropsliga sterkari. Men tað, sum undraði meg einamest, er tað, at her eru fleiri tekniskt góðir spælarar. Í hesum sambandi kann eg nevna til dømis mín egna Jens Erik Rasmussen. Og í yngri ættarliðum finna vit nógvar frálíkar teknikarar, sum ikki er serliga vanligt í einum norðurlandi.

Ion arbeiðir bæði við 1. deildarliðnum hjá HB, og við unglingunum. Hansara uppgáva er millum annað at finna í nógvum yngrideildarliðunum hjá HB dreingir við sergávum, fyri at hjálpa teimum at gerast stuðulsspælarar hjá felagnum um nøkur ár.

? HB er eitt stórt felag. Umleið 400 fólk íðka fótbólt í ymiskum deildum. Og eg eri ikki bangin at siga, at felagið hevur eina stóra framtíð. Í hvørjum yngri aldursbólki hava vit fleiri evnaríkar leikarar, og talið á teimum hækkar hvørt ár. Trupulleikin, og ikki bara hjá okkum, men hjá nógvum feløgum her í landinum, er tann, at vit hava ikki nóg mikið av ungdómsvenjarum, ið eru førir fyri at ala børn við góðum evnum til framtíðarstjørnarspælarar. Eg royni sjálvur at arbeiða við teimum bestu millum 15-16 ára gamlar leikarar hjá okkum, og tríggir úr dreingjaliðnum hava enntá skrivað undir sáttmála við 1. deildarliðið. Teirra millum er hin 16 ára gamli Jón Rói Jacobsen, ein drongur við heilt ómetaliga stórum gávum. Eg vænti at brúka hann í 1. deild longu komandi mánaðarnar. Men hann má gerast meira seriøsur fyri at vaksa upp til stórleikara á europeiskum støði. Evni til tess hevur hann í hvussu er.

Hin trupulleikin er, at av eini ella aðrari orsøk taka ikki allir ungir og góðar leikarar í Føroyum fótbólt í stórum álvara. Eg kann nevna ein ungan mann, sum ikki nógvir kenna frá hansara avrikum á fótbóltsvøllinum ? Alexandur Johansen av Skála. Men hann velur eina aðra ítróttagrein framum, nevniliga hóndbólt. Og her eru fleiri tílík dømi.


Hevur ikki brúk fyri útlendingum í HB

Ion Geolgau sær ikki nakran stóran trupulleika í tí, at klassamunurin millum ymisk føroysk feløg er stórur. Hann vísir á, at í nógvum europeiskum stórkappingum er støðan nøkulunda hin sama ? tað eru tey somu liðini, sum stýra næstan støðugt í sínum londum. Undantøkini kunnu vera Frakland, og partvís Týskland og Ongland, meðan í Italia, Spania, Hálandi, og serliga Skotlandi vinna tey størru og ríkaru ár eftir ár.

? Havnin er eitt stórt pláss í Føroyum. Her eru nógvir spælarar, og fleiri afturat koma hagar av bygd at búgva og spæla. Tað er púra náttúrligt, at havnarfeløg ofta liggja ovast á talvuni. Og um vit vænta at fáa betri úrslit úti í Europa, so eru vit noyddir til at hava tvey ella trý lið, ið eru betri enn hini. Ja, vit vinna ofta her heima við nógvum málum, men hetta hendir ikki tí, at hini eru so veik, men tí vit eru so sterkir. Tí megnaðu vit at vinna ein dyst á meistarum úr Finlandi. Men trupulleikin er, at vit mangla altjóða royndir. Vit royna okkum næstan ongantíð ímóti feløgum úr øðrum londum, burtursæð frá europeiskum dystum. Tí mistu vit okkara 2-0 heimaleiðslu burtur í Vaasa, hóast teir ikki vóru so nógv betri fótbóltsspælarar enn vit, men teir høvdu nógv fleiri altjóða royndir.

Eg kundi sjálvandi hugsað um at styrkt HB við spælarum uttanlands frá. Men tað eru ongar áneyðir at gera tað. Eg havi so góðan og breiðan hóp, at um vit vilja fáa betri útlendingar, enn okkara egnu hendan vegin, so fer tað at elva til stórar fíggjarligar útreiðslur. Eg meti núverandi spælarar nóg sterkar fyri at vinna góð úrslit bæði heima og úti í Europa. Útlendingar, ið kundu megnað at skúgvað okkara egnu burtur av liðnum, kosta so nógv, at tað er næstan høpisleyst at reisa hendan spurningin.

Eg haldi tó, at tað ber illa til at vænta at fáa eitt ógvuliga stórt evropeiskt felag her heima, ið kundi verið samanborið við til dømis norska Rosenborg úr Tróndheimi. Fólkagrundalagið í Føroyum er so lítið, at vit fáa helst ongantið fulltíðaryrkisfótbólt her. Tí verður tað ikki møguligt at standa á somu hædd sum enntá hini norðurlondum. Men grund er til at halda, at vit fáa góð úrslit ímóti størri tjóðum av og á, ikki minst á landsliðsstigi. Eftir mínum tykki mugu føroyingar ikki skammast um úrslitini hjá sínum landsliði tey seinastu tvey árini, sjálvt um eg síggi møguleikar fyri størri framgongd. Eg eri ikki landsliðsvenjari, men eg haldi tað vera púra náttúrligt, at tað sterkasta felagið í landinum, ið vann báðar kappingarnar í fjør, eigur at hava fleiri umboð á »samlaða liði føroyinga«.


Kann halda fram í Føroyum í fleiri ár

Ion sigur, at hann hevur ikki tíð til nakað ítriv, tí arbeiðið krevur so nógv. Alla sína frítíð brúkar hann upp á familjuna hjá sær. Kona Ion, ið eitur Ivona, er ættað úr Craiova, og er dóttir fyrrverandi málmannin hjá Universitatea. Ivona og Ion eiga átta ára gomlu Stefaniu. Dóttirin var mest í Føroyum í fjør, men í ár gjørdu foreldrini av at senda hana heim til Rumenia at ganga í skúla.

? Vit eru rumenar, og tað er ógvuliga týdningarmikið fyri okkum, at Stefania lærir sítt móðurmál væl. Men um vit verða leingi í Føroyum, so kemur hon til okkara at búgva og ganga í skúla. Stefania dugir longu eitt sindur av føroyskum, og hon lærir tað helst skjótt um hon er her. Her er gott hjá børnum at vera ? so stilt og trygt, og luftin er altíð frísk. Okkum dámar ómetaliga væl her. Eg dugi ikki at spáa, um eg verði venjari í Føroyum í nógv ár, men tað kann gott vera. Eg gleði meg nógv at taka lut í uppbyggingini av fótbólti her, sum er á veg at vinna sær eitt heiðurligt pláss millum onnur evropeisk lond. Og tað er sera stuttligt, at fótbóltur kann lata hurðar upp, ikki bara fyri føroyingum til Europa, men eisini fyri evropearum til Føroya. Uttan fótbólt hevði eg neyvan nakrantíð hoyrt hetta orðið ? Faroe Islands. Tí merkir fótbóltur so nógv fyri føroyingar, ikki bara sum ítróttargrein, men ikki minst sum nakað ið ger hetta lítla fólkið stolt av at vera ein jøvn tjóð millum allar aðrar. Í hvussu er, á fótbóltsvøllinum.



Ion Geolgau

Bláa bók

Føddur:

20. february 1961 í Pielesti (Rumenia)

Leikari:

Universitatea Craiova (1976/90), Aris Limassol (Cýprus, 1990/91), Avenir Lembech (Belgia, 1991/92).

Dystir:

304 dystir fyri Universitatea Craiova, 38 mál

24 landsdystir fyri Rumenia, 3 mál.

Fyrsti landsdystur:

Í 1980 í Sofia ímóti Bulgaria (2-1).

Síðsti landsdystur:

Í 1988 í Rotterdam ímóti Hálandi (0-2).

Venjari:

Gil Petrousti, eykaliðið hjá Universitatea Craiova. Frá 1998 HB í Føroyum.

Familja:

Giftur við Ivonu. Tey eiga eina dóttir, Stefaniu.