Landsrætturin noktar at steðga málinum móti Amdi .

Vestari Landsrættur noktar at steðga sakarmálinum móti stovnaranum av Tvind, Mogens Amdi Petersen.

85 ára gamli Mogens Amdi Petersen er eftirlýstur av Interpol, tí hann er skuldsettur í einum máli um skattasvik og stuldur av fleiri milliónum krónum. Hendan myndin er frá 2003. (Savnsmynd). - Mynd: Palle Hedemann/Ritzau Scanpix

Tað kom fram í úrskurði frá Landsrættinum í dag.

Tann nú 85 ára gamli Mogens Amdi Petersen og fýra aðrir limir í leiðsluni í Tvind eru skuldsettir fyri stuldur og skattasvik millum 1990 og 1995.

Amdi og tríggir av teimum ákærdu hava biðið hægstarætt um at taka støðu til, um ákærurnar móti teimum skulu sleppast.

Vestari Landsrættur hevur víst aftur pástandinum hjá teimum ákærdu um, at ákæruvaldið skal sleppa ákærunum.

Tey fýra fingu heldur ikki viðhald í kravinum um at strika avgerðina um, at teir eru varðhaldsfongslaðir in absentia, í fráveru.

/Ritzau/