Røðan kann lesast niðanfyri:
---
Góðan dagin øll somul.
»Mamma mín var óalmindiliga sterk. Hon tók alt líka róliga. Hon fór ikki upp at leika í, og tað var gott fyri okkum. Men - eg rokni við, at hon hevur havt tað ringt um næturnar. Tá ið friður hevur verið yvir húsið, og vit smáu vóru farin í song. Tá hevur sorgin skolað inn yvir hana og tikið yvir«.
Orðini eigur Hans Andrias Johannesen, sáli. Hann var smádrongur, tá ið hann misti pápa sín, pápabeiggja sín og stórabeiggjan sín til havið.
Teir vóru við trímastraðu klaksvíksskonnartini Fossanes, sum gekk burtur í øgiligum ódnarveðri á Suðurlandinum í 1938. Eftir sat mamman við níggju børnum og djúpari sorg.
19 mans gingu burtur við Fossanesi. Hjá teimum, sum sótu eftir, var tað sum, at tíðin steðgaði.
Tey høvdu glett seg at fáa manningina heimaftur. Men ístaðin komu boðini um, at hon ongantíð komu aftur. Við eitt varð øll tilveran vend á høvdið. Eftir stóðu tey við larmandi tøgnini og sviðanum av deyðans køldu hond.
Tá ið havið brádliga verður grøv - uttan ávaring ella tíð til eitt farvæl - setir tað seg fyri lívið hjá teimum, ið eftir sita. Tað gjørdi tað eisini hjá Hans Andriasi og familjuni.
Missurin á havinum verður til søgu um sorg, sum livir víðari hjá komandi ættarliðum. Tað veit eg, tí tveir abbabeiggjar hjá mær vóru millum mennirnar, ið fóru lagnunáttina í 1938.
Mær er fortalt, at til minningarhaldið í 1938 sang syrgjandi fjøldin sálm við yrking eftir Mikkjali á Ryggi:
»Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur,
byrður og andróður skifta um høv,
silvitnislogn eftir ódnarstorm fylgir;
so er og ferð vár úr vøggu í grøv.
Friður ei er
í hesi verð;
vónbrot og stríð okkum lívið títt ber.«
Orðini minna okkum á, at tilveran er litað av bæði góðum og ringum veðri. Løtum við logn, og løtum við hvøssum stormi. Og at lagnan kann raka okkum meint – og uttan ávaring.
Missur á sjónum er ein partur av okkara føroysku arvi. Eitt lagnutak, sum vit hava livað við í ættarlið eftir ættarlið.
Og við staðseting, mitt í hesum heimshavi, hava Føroyar verið meint raktar.
Skip fyri skip, bygd úr sterkasta tilfari og við skrokkum, ið skuldu kunna standa ímóti náttúrukreftunum í norðurhøvum, hava endað sínar dagar á havsins botni.
Tá ið deyðin er óvæntaður og óboðin gestur, verða vit dyggiliga mint á, at vit ráða ikki, tá tað veruliga umræður.
Havið gevur og havið tekur, var gamalt at siga. Og sorg er á ein hátt sum havið. Eins og ein alda, ið rennur á land aftur og aftur, vendir sorgin altíð aftur. Sjálvt tá ið vit royna at reisa okkum og finna fótafestið aftur í lívinum.
Tá ið lagnan rakar okkum meint, steðgar lívið upp í eina tíð. Vit varnast, hvussu lítið vit sjálv ráða yvir.
Men vit varnast eisini, hvussu nógv vit megna. Hvussu vit spakuliga finna stevið aftur, hóast fetini ongantíð verða heilt tey somu.
Hans Andrias Johannesen, sum misti síni kæru umboð á Fossanesi í 1938, er ikki millum okkum longur.
Men hann plagdi at taka til »tíðin lekir, verður sagt. Men ikki øll sár«.
Við tíðini verður sorgin og saknurin ein partur av tilveruni hjá teimum, ið sita eftir. Vit eiga bara dagin í dag, og skaldið, Jens Pauli Heinesen, yrkti uggandi soleiðis um aldurnar í tilveruni:
»Tá barmur mín spentur av undran,
Av eydnu, av tungari trá,
Av iva og sorgarløgum
Eisini, eisini tá
Veit eg, at lívið er gáva,
Eitt dýpi av dýrari tíð,
Sum øll skulu valla ígjøgnum,
Rekast og villast inní«.
Í dag eru skipini tryggari. Túrarnir styttri. Og samskiftismøguleikarnir betri. Og tøkk fái Gud, at tað í dag hendir tað sjáldan, at skip ganga burtur.
Men havið er framvegis ein megi, vit ongantíð fáa ræði á. Tí søgan um miss á sjónum endurtekur seg.
Søgan endurtók seg tíverri í ár, tá ið vit vórðu rakt av herviligari vanlukku.
Tit, ið eftir sita, skulu vita, at tá ið sorgin og deyðin vitja, tá hyggja vit føroyingar ikki burtur. Vit standa saman við tykkum, sum hava mist.
Síðani allahalgannadag í fjør eru hesir føroyingar farnir á sjónum:
• Bjarni Bisp úr Hoyvík, sjólátin við Kambi 6. februar
• Heine Thorsteinsson úr Vági, sjólátin við Kambi 6. februar
Við hesum orðum fari eg, vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina, at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava.
Jesus veri hjá tykkum øllum!
Saman drýpa vit høvur í sorg.
Friður veri við minni teirra.