Hóast Anfinn V. Hansen og Bjørn á Heygum, løgfrøðingar, sum vóru við at smíða stýrisskipanarlógina, hava sagt, at landsstýrismálanevndin gjørdi rætt í málinum um Hans Paula Strøm og meirnýtslu, so er Hans Trygvi Teirin, advokatur, sannførdur um, at landsstýrismálanevndin hevur borið seg sera undarliga at í málinum um Hans Paula Strøm.
- Tað eru tvey viðurskifti, eg veruliga undrist á. Tað fyrsta er, at landsstýrismálanevndin ongantíð sjálv hevur tikið málið upp, og nú málið verður tikið upp, er tað eftir eina kæru, frá einum einstakum tingmanni. Harafturat, er tað bara ein fyribilsniðurstøða, nevndin er komin við, tí Hans Pauli Strøm er bara dømdur av nevndini, hóast nevndin vanliga hevur nýtt kanningarstjóra til mál við minni upphæddum og minni prinsipiellum týdningi, sigur løgfrøðingurin.
Eitt líknandi mál um meirnýtslu var um aldarskifti, tá Signar á Brúnni fór frá sum Mentamálaráðharri. Upphæddirnar vóru ikki so stórar, men kanningarstjóri varð settur.
Hví ikki aðrar
Løgfrøðingurin metir, at tað sýnist sera undarligt, at ein ávísur landsstýrismaður er tikin burturúr nú, tá tað hevur verið ein generellur trupulleiki hjá teimum flestu.
- Tað er undarligt, at landsstýrismálanevndin ikki av sínum eintingum hevur tikið málið upp, tí tað hevur verið ein trupulleiki leingi. Teir skulu jú sambært stýriskipanarlógini halda eyga við, at landsstýrið ber seg lógliga at, og tað hava teir ikki gjørt. Somuleiðis er tað løgið, at løgtingsins umboðsmaður heldur ikki hevur tikið tað upp. Og tað er eisini undarligt, at tingið ferð eftir ferð hevur góðtikið meirnýtslu, og nú er mann samdur um, at tað ikki ber til hjá Hans Paula Strøm, sigur hann.
Farin ov langt
Somuleiðis greiðir Hans Trygvi Teirin frá, at landsstýrismálanevndin er farin alt ov langt aftur í tíðina.
- Landsstýrismálanevndin er ein nevnd undir tinginum, og tí kann hon ikki fara afturum teir roknskapir, sum eru góðkendir av Løgtinginum. So at lasta Hans Paula Strøm fyri 2005 og 2006. Roknskapir, sum longu eru góðkendir, er eitt sindur undarligt, metir hann.
- Tað sær út sum, at rottan er roykt út úr holinum, og við niðurslitnum eygum er komin við einum dómi. Hetta hevur onki við jura at gera. Hetta er reinur politikkur, sigur hann.
Hinir góðtaka bara
- Anfinn V. Hansen og Bjørn á Heygum hava uttan at himprast staðfest, at Hans Pauli Strøm hevur borið seg ólógliga at, tí teir hava als ikki sett spurnartekin við landsstýrismálanevndina. Tað kann verða, at niðurstøðan er røtt, men tað kunnu vit ikki hava álit á, tí ongin kanningarstjóri er settur og tað bara er nevndin sjálv, sum hevur dømt hann. Hetta hevur verið sera junkasligt úr enda í annan, tá nevndin ikki vil fara eftir nøkrum øðrum enn Hans Paula Strøm og teimum báðum løgmonnunum, heldur Hans Trygvi Teirin.
- Tey skuldu sett ein kanningarstjóra, so vit kunnu fáa staðfest, um tað bara er Hans Pauli Strøm. Um hann hevur ábyrgdina av tí hann skal hava gjør, ella um ábyrgdin í veruleikanum liggur onkra aðrastaðni.