- Tað sær út sum, at rottan er roykt út úr holinum, og við niðurslitnum eygum er komin við einum dómi yvir ein í rúgvuni, segði Hans Trygvi Teirin í Sosialinum í gjár.
Jaspur Vang, formaður í landsstýrismálanevndini, heldur serstakliga lítið um orðingarnar hjá Hans Trygva Teirin í gjár.
- Hatta er eitt ótrúliga lágt støði. Men eg skal svara tí, fjølmiðlarnir hava at spyrja um, sigur Jaspur Vang.
Ein í rúgvuni
Eitt av kritikkpunktunum hjá Hans Trygva Teirin var, at landsstýrismálanevndin bara hevur tikið ein úr rúgvuni. Og hetta skilur Jaspur Vang partvís, men vísir á, at landsstýrismálanevndin hevur sitið í minni enn eitt ár.
- Nú er tað soleiðis, at í konkreta førinum var talan um eina ávísan landsstýrismann og eina ávísa klagu. Tað var hana vit viðgjørdu. Men tað er eisini soleiðis, at nevndin kann taka ting upp av sínum eintingum, men tað hava vit ikki gjørt, og tað hevur ikki verið vanligt, sigur Jaspur Vang.
Ongan kanningarstjóra
Til spurningin hví nevndin ikki nýtti kanningarstjóra, sum annars hevur verið vanligt, er Jaspur Vang sannførdur um, at nevndin gjørdi tað rætta.
- Tað var ein rímiliga greið niðurstøða at koma til, tí bæði landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðanin komu til somu niðurstøðu, sigur hann.
Somuleiðis greiðir hann frá, at tað persónliga var óheppið, at hetta rakti Hans Paula Strøm, men meirnýtsla er staðfest, so niðurstøðan var løtt at koma til.
- Eg eri somuleiðis fegin um, at tað ikki er ein kanningarstjóri, sum er á støðinum hjá Hans Trygva Teirin, sum hevur viðgjørt hetta málið, sigur Jaspur Vang.
Ímóti tinginum
Eisini vísti Hans Trygvi Teirin á, at landsstýrismálanevndin illa kann fara aftur um roknskapir hjá tinginum, sum eru góðkendir, tí nevndin er vald av tinginum og er tí undir tinginum. Roknskapirnir hjá Hans Paula Strøm fyri 2005 og 2006 eru í hvussu so er góðkendir av tinginum.
Formaðurin í nevndini vísir hesum aftur.
- Vit eru í fleiri førum farin langt aftur í tíðina, og tí dugi eg illa at ímynda mær, at tað skal vera nakar trupulleiki, sigur Jaspur Vang.
Hann leggur afturat, at tað er púra skeivt at siga, at landsstýrismálanevndin er komin við einum dómi, tí hon er bara komin við eini endaligari niðurstøðu.
Komi við fleiri
Um so var, at kærur komu um landsstýrisfólk, sum sótu fyri 10 árum síðan, so metir Jaspur Vang, at tað hevði verið nakað, nevndin tók upp á sama hátt.
- Koma kærur, so skulu vit sjálvandi viðgera tær. Um tað so er um mál fyri einum 10 árum síðan. Eg dugi eisini væl at ímynda mær, at fleiri kærur koma, sigur hann.
Jaspur Vang sigur eisini, at tað ikki er útilokað, at landsstýrismálanevndin av sínum eintingum tekur mál um meirnýtslu upp í framtíðini.
Øll kunnu kæra
Tað er eisini soleiðis, at skuldi landsstýrismálanevndin ikki tikið nakra aðra meirnýtslu upp, so hava øll møguleika at kæra til nevndina.
Í løtuni eru Helena Dam á Neystabø, mentmálaráðharri, Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, og Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, í landsstýrinum av fólkum, sum sambært yvirlitinum hjá fíggjarmálaráðnum hava havt ein leiklut í meirnýtslu seinastu 10 árini.