Landsstýrismaðurin ongan førleika

Bjarni Djurholm átti at hildið seg burtur frá nevndarviðgerðum í Framtaksgrunninum, sigur fyrrverandi nevndarformaðurin. Landstýrismaðurin hevði ikki førleika at meta um málsviðgerðina av Fiskasølumálinum, heldur hann. Landsstýrismaðurin hinvegin sigur seg bara hava gjørt sína skyldu

Nevndarval


Bjarni Djurholm kennir ikki málið um sølu av Fiskasøluni og hevur heldur ongan førleika fyri at skilja tað. Hann hevur skapt sær sjálvum ein trupulleika her, sigur Vilhelm Petersen, fyrrverandi formaður í Framtaksgrunninum.
Bjarni Djurholm helsur hinvegin uppá, at hann bara hevur gjørt sína politisku skyldu mótvegis reglugerðini fyri Framtaksgrunnin.
?Málið kann ikki loysast politiskt, sigur Vilhelm Petersen. Tað er alt ov kensluborið, og øll hava eina meining um tað. Tí eigur nevndin í Framtaksgrunninum at fáa frið til at loysa tað professionelt uttan nakra sum helst uppílegging uttaneftir.
Landstýrismaðurin við vinnumálum, Bjarni Djurholm, sigur, at hann hevur hildið seg til reglugerðina hjá Framtaksgrunninum og ikki blandað í arbeiðið hjá nevndini. Hann hevur heldur einki fjalt fyri landstýrinum, sum varaløgmaður rør fram undir í blaðsamrøðu í gjár.
?Tað er burturvið,tá Høgni Hoydal eftrirlýsir viðgerð av Framtaksgrunninum á landsstýrisfundi, sigur Bjarni Djurholm. Grunnurin hevur verið fyri á óteljandi landstýrisfundum, og fasta viðmerkingin hjá Høgna Hoydal hevur verið: »Koyr hasa nevndina frá«.
Hví varaløgmaður nú undrast á, at broytingar í nevndini ikki eru fráboðaðar landsstýrinum, dugir Bjarni Djurholm ikki at skilja.
Hann sigur, at hann alla tíðina hevur boðað løgmanni frá gongdini í málinum, og at løgmaður eisini hevur góðtikið tey valevni, hann sjálvur hevði til nevndarlimir.
Nýggju nevndarlimirnir, sum Bjarni Djurholm hevur valt at stjórna Framtaksgrunninum, eru: Dagmar Joensen, stjóri í Rúsdrekkasøluni. Eydna Justinussen, búskaparfrøðingur í Lív. Niels Winther Poulsen, advokatur, og Sjúrður Horsdal, vinnulívsráðgevi.
Hesi fýra skipa seg sjálv við formanni, og velja síðan í felag tann fimta nevndarlimin í Frmataksgrunninum.

Dugnalig nevnd
Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur einki at seta niður á fakligu kvalifikatiónirnar hjá fráfarandi nevndarlimum í Framtaksgrunninum.
Men hann vísir tó á, at hann hevur í eini tvey ár eftirlýst, hvussu verður við sølu av Fiskasøluni og ella Fiskavirking, sum grein tvey í reglugerðini fyri Framtaksgrunnin fyriskipar.
Sambært teirri regluni skal Framtaksgrunnurin seta pening í fyritøkur fyri síðan at sleppa sær av við tær aftur, tá tær bera seg.
Tann setningin heldur landsstýrismaðurin, at bæði Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasøla hava rokkið, og tí skuldu tær longu verið seldar, metir hann.
Hann vísir á, at heldur er tað hent, at Fiskavirking er farið at vaksa, og tað er ikki í tráð við reglugerðina, metir landstýrismaðurin, sum var farin at ótolnast eftir eini sølu.
Nevndin skal vera vald 1. apríl á hvørjum ári, og tá nýggj nevnd nú skuldi veljast, hevði onkur nevndarlimur boðað frá, at hann ikki tók við afturvali. Eisini hevði landstýrismaðurin gjørt av, at ein nevndarlimur, sum býr uttanlands, fór ikki at verða afturvaldur.
Hann boðaði tí nevndarformanninum frá, at tá nú nýggir nevndarlimir fóru at verða valdir, var ikki vist, at verandi formaður fór at halda fram í sessinum, hóast hann saktans kundi veljast aftur í nevndina.
?Tað hevur so fingið fyrrverandi formannin at taka seg heilt úr nevndini, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.

Arbeitt skilagott
Fráfarandi nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum, Vilhelm Petersen, metir hinvegin, at nevndin hevur arbeitt skilagott og bara hildið seg til reglugerðina fyri grunnin. Men hon hevur ikki fingið arbeiðsfrið fyri landsstýrismanninum, sum eftir øllum at døma hevur hildið, at arbeiðið hevur gingið ov seint. Tað hevur ikki passað heilt inn í politisku støðuna, metir fráfarandi formaðurin.
Hann vísir á, at tað er lívsneyðugt, at eitt slíkt mál sum søla av Fiskasøluni verður avgreitt við skili. Og tað tekur sína tíð. Tann tíðin er ikki komin enn, men tað manglar sera lítið í, sigur hann.
Men nú var líkt til, a t politikarin hevði ikki tíð at bíða longur, og tí er hendan støðan íkomin, sigur Vilhelm Petersen.
Hann sigur, at ein avtala um at selja Fiskasøluna er á trappuni. Meira vil hann ikki siga og vísir til, at nú tekur nýggj nevnd við, sum skal hava arbeiðsfrið til at avgreiða málið.